Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 208
248
4. Tænastumenn hjá øðrum sáttmálapartinum kunnu. um hin sáttmálaparmrin loyvir tí
og eftir teimum treymm. sum ásettar eru av hesum seinna. vera til staðar undir
rannsóknum. ið verða útintar í landi hansara.
Grein 8
Skapið á samskiftu upplvsingunum
1. Áheitti myndugleikin boðar umbiðandi myndugleikanum frá úrslimm av kanningum
sum skjøl, váttað avrit av skjølum, ffágreiðingar og tílíkt.
2. Skjølini nevnd í 1. stk.kunnu í staðin gevast sum upplýsingar á teldu gjørdar á ein
hvønn hátt til sama endamál.
3. Upprunaskjøl kunnu bert verða umbiðin, tá ið váttað avrit eru ikki nøktandi.
Upprunaskjølini skulu sendast aftur skjótast møguligt.
Grein 9
Undantøk frá skvldu at veita stuðul
1. Sáttmálapartamir kunnu nokta at geva tann stuðul, sum ásettur er í hesum
frumskjali, tá ein slíkur:
(a) væntandi hevði skatt yvirvald Føroya ella eitt limaland í Felagsskapinum, sum
biðið er um at veita hjálp samsvarandi hesum frumskjali; ella
(b) væntandi hevði verið til bága fyri lóg og landaskili, trygd ella onnur
megináhugamál, serliga í teimum førum, ið nevnd eru í grein 10, 2. stk.; ella
(c) fevnir um gjaldoyra ella aðrar skattareglur enn tolllóggávuna; ella
(d) hevði brotið ídnaðarlig og handilslig loynimál ella tagnarskyldu.
2. Tá ið umbiðjandi myndugleikin biður um stuðul, sum hann sjálvur ikki hevði kunn-
að veitt, um hann varð biðin, skal hann gera vart við hetta í áheitan síni. Síðani
liggur tað á áheitta myndugleikan at gera av, hvussu hann svarar tílíkari áheitan.
3. Um hjálp verður noktað, skal avgerðin og orsøkin fyri avgerðini viðmerkjast til
umbiðjandi myndugleikan beinanvegin.
Grein 10
Samskifti av upplvsingum og tagnarskvlda
1. Allar upplýsingar, í hvørjum líki tær so eru givnar, sambært hesum frumskjali eru
trúnaðarupplýsingar ella avmarkandi upplýsingar, treytað av teim reglum, ið
galdandi eru hjá hvørjum sáttmálaparti. Tær eru undir tagnarskyldu og verða vardar
sum slíkar upplýsingar sambært viðkomandi lógum hjá sáttmálapartinum, sum
móttekur upplýsingamar, og samsvarandi treytir, ið galda fyri stovnar í
Felagsskapinum.
FR/CEE/frsV/fr 4