Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 212
252
III Fúrstadømið Andorra
1. Framleiðslur við uppruna í furstadøminum Andorra, sum koma undir kapitlamar 25
til 97 í Tillagaðu Skipanini, góðtaka Føroyar sum ffamleiðslur við uppruna í
Felagsskapinum sambært hesum sáttmála.
2. Frumskjal 3 er samsvarandi galdandi fyri. fúrstadømið Andorra, tá ið upprunin á
omanfyrinevndu framleiðslum verður lýstur.
IV Tjóðveldið San Marino
1. Framleiðslur við uppruna í tjóðveldinum San Marino góðtaka Føroyar sum
framleiðslur við uppruna í Felagsskapinum sambært hesum sáttmála.
2. Frumskjal 3 er samsvarandi galdandi fyri tjóðveldið San Marino, tá ið upprunin hjá
omanfyri nevndu ffamleiðslum verður lýstur.
YVIRLÝSING
frá Felagsskapinum viðvíkjandi grein 24,1. stk. í sáttmálanum
Felagsskapurin váttar, innan karmamar av grein 24, 1. stk. í sáttmálanum, sum álagt er
sáttmálapørtunum sjálvstøðugt at seta í verk, at meta um nakað í útinnanini stríðir ímóti hesi
grein við teimum eyðkennum sum støði, sum stanđast av nýtsluni av reglunum i greinunum
85, 86, 90 og 92 í Sáttmálanum um at seta á stovn Evropeiska Búskaparliga Felagsskapin.
YVIRLÝSING
frá Felagsskapinum um nýtsiuna í økinum av ávísum reglum í sáttmáianum
Felagsskapurin váttar, at stig, ið tikin kunnu verða sambært greinunum 24, 25, 26, 27 ella 28 í
sáttmálanum samsvarandi mannagongd og fyriskipanum í grein 29 ella grein 30, kunnu verða
avmarkað til eitt av økjum Felagsskapsins sambært reglum tess.
YVIRLÝSING
frá Danmark og Førovum viðvíkjandi grein 36 í sáttmálanum
Sambært grein 36 í sáttmálanum vil Felagsskapurin eftir áheitan úr Føroyum umhugsa at betra
møguleikamar fyri atgongd hjá ávísum framleiðslum.
Effir áskoóan Føroya tørvar hesi grein eina útgreining til tess at tæna sínum endamáli,
nevniliga stigvíst at menna samhandilin partanna millum. Føroyar heita tí á Felagsskapin um
av álvara at átaka sær at umhugsa atgongumøguleikamar, tá ið kvotur og loft á slíkum
framleiðslum í roynd og vem em troyttar.
FR/CEE/yvl/fr 2