Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 2
266 Nr. 43 9. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknareftirlønargrunn Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: SL í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmark- naðareftirlønargrunn við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) í § 2, verða stk. 6, 7 og 8 strikað. 2) Sum nýggj § 4, stk. 3 verður sett: “Doyr ella flytir móttakari aftan á, at arbeiðs- marknaðareftirløn er útgoldin, men áðrenn mán- aðurin, sum eftirlønin er fyri, er byijaður, verður eftirlønin ikki afturkravd.” 3) § 8 verður orðað soleiðis: “§ 8. Toll- og Skattstova Føroya hevur um hendi inngjaldingar í grunnin sambært § 2. Stk. 2. /trbeiðsmarknaðareftirlønar-grunnurin fær heimild til at gera avtalu við Toll- og Skattstovu Føroya um at hava um hendi útgjaldingar av ar- beiðsmarknaðareftirløn sambært §§ 3-5.” 4) § 9 verður orðað soleiðis: “§ 9. Grunnurin rindar fyri ta umsiting, sum um- rødd er í § 8, stk. 1 og 2. Avtala millum arbeiðs- marknaðareftirlønargrunnin og Toll- og Skatt- stovu Føroya verður gjørd”. 5) Sum nýtt § 10A verður sett: “§ 10A. Avgerðir um útgjald úr grunnurin kunnu innan 4 vikur kærast til landsstýrismannin í ar- beiðsmarknaðarmálum.” §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirløn- argrunn við seinni broytingum úr gildi. Tórshavn, 9. mai 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður /fCristian Magnussen (sign.) Nr.44 9. mai Kunngerð um útgjald úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum Við heimild í § 4, stk. 2, § 5, stk. 2, § 8, stk. 2 og § 10A í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um ar- beiðsmarknaðareftirlønargrunn við seinni broyting- um, verður fyrisett: § 1. Arbeiðsmarknaðareftirløn verður goldin úr grunninum við grundarlagi í skrásetingum í fólka- yvirlitinum. Utgjald úr grunninum verður útgoldið ókravt. Stk. 2. Toll og skattstovan stendur fyri útgjaldingini, sum hvønn mánað verður sett á sparikassa-, banka- ella girokonto. Stk. 3. Utgjaldingar av arbeiðsmarknaðareftirløn skulu vera til skjals fyri grannskoðara grunsins. Stk. 4. Avgerðir um útgjald úr grunnurin kunnu inn- an 4 vikur kærast til landsstýrismannin í arbeiðs- marknaðarmálum. § 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálastýrið, 9. mei 1997 Kristian Magnussen (sign.) landsstýrismaður / Høgni Joensen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.