Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Qupperneq 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Qupperneq 3
267 Nr.45 9. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L f løgtingslóg nr. 17 frá 10. mars 1992 um arbeiðs- loysistrygging og arbeiðsávísing við seinni broyting- um verða gjørdar hesar broytingar: 1) í § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Landsstýrinum verður landskassans veg- na heimilað at veðhalda fyri láni, sum verður lænt arbeiðsloysisskipanini til afturgjalding av láni til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin sam- bært løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønar- grunn. Lánið verður uppá 73.247.009,- kr. Aftur- gjaldstíðin verður 5 ár, avđráttimir skulu falla mánaðarliga, fyrstu ferð 1. mai 1997 og rentan verður 6% p.a.”. 2) § 3, stk. 4 verður strikað. §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd, tó fær § 1, nr. 2 gildi frá 1. januar 1997. Sam- stundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 17 frá 10. mars 1992 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðs- ávísing við seinni broytingum úr gildi og løgtingslóg nr. 23 frá 04.03.1994 um veðhald fyri láni til Ar- beiðsloysistryggingina og Arbeiðsávísingina. Tórshavn, 9. mai 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Kristian Magnussen (sign.) Nr.46 9. mai Kunngerð um lærararáð á studentaskúlum og HF-skeiðum Við heimild í § 11 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar v.m. við seinni broytingum og § 17, stk. 1 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. við seinni broytingum verður fyrisett: § 1. Á hvørjum studentaskúla og HF-skeiði verður skipað eitt lærararáð. Stk. 2. Um studentaskúli og HF-skeið eru undir somu lon, verður skipað eitt felags lærararáð. Um studentaskúli hevur eina deild, kann serstakt lærara- ráð verða skipað á hesari deild. § 2. Limir í lærararáðnum eru rektarin og allir lærar- ar á skúlanum. Lærarar, sum hava minni enn 6 pults- tímar um vikuna, eru tó ikki limir. Stk. 2. Við loyvi frá lærararáðsformanninum kunnu lærarar, ið ikki eru limir, eins og umboð fyri næm- ingar og starvsfólk vera við á lærararáðsfundum. Hesi hava talu- og uppskotsrætt, men ikki atkvøðu- rætt. Lærararáðið kann tó sýta hesum at vera á fundi. Stk. 3. Bert lærarar í føstum starvi kunnu luttaka í viðgerð av málum, ið snúgva seg um uppskot til tíma- og lærugreinabýti, uppslag av leysum størvum og innstilling til starvssetanir. § 3. Lærararáðið velur millum limir sínar formann umframt 3 limir í eina starvsnevnd. Rektarin kann ikki veljast í starvsnevndina. Formaðurin kann bert sita tvey fylgjandi ár á rað. Starvsnevndin ger sjálv starvsskipan sína. Stk. 2. Lærararáðið kann seta nevndir at viðgera ser- lig mál og gera tilmæli til lærararáðið. Stk. 3. Val til lærararáðið smbr. stk. 1 fer fram í mars mánaði á hvøijum ári, og verða limimir til lærara- ráðið valdir fyri eitt ár í senn. Starvsnevndin í fráfar- andi lærararáði innkallar til henda fundin. § 4. Formaðurin innkallar til fundar, tá ið hann held- ur tað vera neyðugt, og hevur hann skyldu at kalla ráðið saman, um rektarin ella í minsta lagi ein fimt- ingur av limunum skrivliga krevja tað. Tó verður fundur hildin eina ferð um mánaðin, tá ið skúla- gongd er. Fundurin verður lýstur við uppslagi á lær-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.