Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 4
 268 arastovuni 1 viku undan fundardegnum, og hvør lim- ur eins og næmingaráðið og starvsfólk fáa skrivlig fundarboð og fyribils dagsskrá fyri komandi fundin. Stk. 2. Nevndin ger fundarskránna, og verður hon sligin upp á lærarastovuni 2 gerandisdagar undan fundinum. Limir ráðsins kunnu seta fram uppskot til fundarskrá í seinasta lagi 3 gerandisdagar undan fundinum. Lærarar, ið ikki eru limir í lærararáðnum, starvsfólk og næmingaumboð kunnu fáa mál á fund- arskránna í seinasta lagi 3 gerandisdagar undan fundinum. Mál kunnu takast av skránni, um ein meiriluti í lærararáðnum er fyri tí. Stk. 3. Limimir hava skyldu at møta á fundi, og møguligt forfall og grundin fyri tí skal framman- undan vera fráboðað formanninum. Stk. 4. Lærararáðsfundir skulu haldast uttanfyri skúlatíð. § 5. Avgerðir í lærararáðnum verða tiknar við van- ligum meiriluta. Allir limir kunnu á fundi seta fram uppskot til samtyktar um mál, sum eru á fundar- skránni. Stk. 2. Skrivarin førir gerðabók, og verður hon undir- skrivað av formanni og skrivara. Allar avgerðir og samtyktir lærararáðsins verða førdar í gerðabók. Um atkvøðugreiðsla verður, verða málsevni og úrslit ført í gerðabók. Minnilutar kunnu krevja, at teirra sjón- armið í stuttum verður ført í gerðabók. Stk. 3. Um limur í lærararáðnum ikki er á fundi, verður hetta ført í gerðabók, og skal tað viðmerkjast “við avboði” ella “uttan avboð”. Stk. 4. Skrivarin letur øllum lærararáðslimum fund- arfrágreiðingina persónliga. Utskrift av fundarfrá- greiðingini kann verða latin øðrum eftir umbøn. Starvsnevndin ger av, hvat hesi kunnu fáa sum út- skrift. § 6. Útreiðslur, ið standast av virksemi ráðsins, verða goldnar av fíggjarætlan skúlans. § 7. Lærararáðið gevur tilmæli um: a) keyp ella endumýggjan av undirvísingaramboð- um, innbúgvi og tólum, b) royndamndirvísing, c) ársætlan, d) innleiðsluskeið og evnisvikur, og e) námsferðir. Stk. 2. Aðrenn avgerð verður tikin, skal lærararáðið geva ummæli í hesum málum: a) fíggjarætlan skúlans, b) møguligum tiltøkum ímóti næmingum, sum fremja grov brot á galdandi reglur skúlans, c) byggimálum, d) upptøku av flokkum, e) tíma- og lærugreinabýti, f) uppsløg av størvum, og g) innstilling til størv. Stk. 3. Lærararáðið skal úttala seg um øll mál, sum starvsnevndin, rektarin, næmingaráðið ella fyrisit- ingarligi myndugleikin leggja fyri tað. Stk. 4. Avgerðir, samtyktir, tilmæli og ummæli lær- araráðsins skulu fráboðast rektaranum skrivliga. Stk. 5. Lærararáðið hevur hvørki rætt ella skyldu til at úttala seg um viðurskifti hjá tí einstaka lærara- num. § 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 1997. Undirvísingar- og mentamálastýrið, 9. mei 1997 Eilif Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Jákup Nielsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.