Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Side 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Side 5
269 Nr.47 9. mai Kunngerð um næmingaráð á studentaskúlum og HF-skeiðum Við heimild í § 12 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar v.m. við seinni broytingum og § 18 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. við seinni broytingum verður fyrisett: § 1. A hvørjum studentaskúla og HF-skeiði verður skipað næmingaráð. Um studentaskúli og HF-skeið eru undir somu lon, verður skipað felags næminga- ráð. § 2. Allir fulltíðar næmingar á skúlanum/skeiðnum hava valrætt til næmingaráðið. Stk. 2. Næmingamir velja sínámillum 5 limir til næmingaráðið, og verða hesir valdir fyri 1 ár í senn. Stk. 3. Næmingaráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara. Stk. 4. Næmingaráðið ásetur sjálvt starvsskipan sína. § 3. Val til næmingaráðið smbr. § 1 fer fram á hvørj- um ári í fyrru helvt av september mánaði. Fráfarandi næmingaráðið skipar fyri vali av nýggjum næminga- ráði. Stk. 2. Um meiri enn 1/4 av øllum fulltíðamæming- um á skúlanum/skeiðnum skrivliga krevur tað, verð- ur skipað fyri vali av nýggjum næmingaráði hóast ásetingina í stk. 1. § 4. Skrivari næmingaráðsins førir gerðabók, tá ið næmingaráðsfundur er, og verður hon undirskrivað av formanni og skrivara við fundarlok. § 5. Utreiðslur, ið standast av virksemi ráðsins, verða goldnar av fíggjarætlan skúlans/skeiðsins. § 6. Næmingaráðið skal úttala seg um øll mál, sum rektarin, starvsnevnd lærararáðsins ella fyrisitingar- ligi myndugleikin leggja fyri tað. Stk. 2. Næmingaráðið hevur hvørki rætt ella skyldu til at úttala seg um viðurskifti hjá tí einstaka næm- inginum. § 7. Ummæli ráðsins viðvíkjandi næmingaviður- skiftum á skúlanum/skeiðnum skulu fráboðast rekt- aranum/skeiðleiðaranum skrivliga. § 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 1997. Undirvísingar- og mentamálastýrið, 9. mei 1997 Eilif Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Jákup Nielsen (sign.) Nr.48 Kunngerð um samstarvsnevnd á studentaskúlum og HF-skeiðum 9. mai Við heimild í § 11 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juli 1995 um studentaskúlar v.m. við seinni broytingum og § 17, stk. 1 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. við seinni broytingum verður fyrisett: § 1. Samstarvsnevndin er bindilið millum rektara, lærararáð, næmingar og starvsfólk á skúlanum. Lim- ir í samstarvsnevndini eru rektarin, formaðurin í lær- araráðnum, 2 lærarar valdir av lærararáðnum, for- maðurin í næmingaráðnum og 3 næmingar valdir av næmingunum. Stk. 2. Val av limum til samstarvsnevndina fer fram á hvørjum ári í fyrru helvt av september mánaði. Stk. 3. Samstarvsnevndin skipar seg sjálv við for- manni og skrivara og ger sjálv starvsskipan sína. Rektarin kann ikki vera formaður í samstarvsnevnd- ini. Stk. 4. Formaðurin í samstarvsnevndini innkallar til fundar, so ofti tørvur er á tí, tó í minsta lagi eina ferð um mánaðin, tá skúlagongd er, ella um 3 limir í sam- starvsnevndini skrivliga krevja tað. Stk. 5. Samstarvsnevndin kann biðja næmingar, lær- arar og starvsfólk á skúlanum vera við á fundi, tá ið

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.