Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 6
270 ítøkilig mál, sum viðvíkja teimum, verða viðgjørd. Stk 6. 011 mál, sum verða viðgjørd á fundi í sam- starvsnevndini, eins og málsviðgerð og niðurstøða, verða skrivað í gerðabók, sum skrivarin førir. Gerða- bókin verður undirskrivað av formanni og skrivara í samstarvsnevndini. § 2. Samstarvsnevndin skal ffemja gott samlag mill- um næmingar, lærarar og starvsfólk á skúlanum. Stk. 2. Samstarvsnevndin ger saman við rektaranum skilhaldsreglur fyri skúlan. Stk. 3. Samstarvsnevndin er við til at gera ætlan fyri og leggja til rættis: evnisdagar, felagstímar, ffítíðar- virksemi, innleiðsluskeið, ítróttardag, skúlasjónleik, skúlaveitslur og onnur tiltøk. Stk. 4. Samstarvsnevndin kann taka onnur mál upp, ið snúgva seg um ítøkilig viðurskifti á skúlanum. Stk. 5. Samstarvsnevndin kann ikki úttala seg um mál, sum viðvfkja tíma- og lærugreinabýti á skúlan- um ella viðurskifti hjá tí einstaka lærara ella næm- ingi, uttan hesir geva samstarvsnevndini loyvi til tess. § 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 1997. Undirvísingar- og mentamálastýrið, 9. mei 1997 Eilif Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Jákup Nielsen (sign.) Nr.49 9. mai Kunngerð um lærarafund á studentaskúlum og HF-skeiðum Við heimild í § 11 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar v.m. við seinni broytingum og § 17, stk. 1 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. við seinni broytingum verður fyrisett: § 1. Lærarafundurin fevnir um rektaran og allar lærarar á skúlanum, ella um skúlin hevur deild, um deildarleiðaran og allar lærarar á deildini. Allir lær- arar hava møtiskyldu á lærarafundi, tá ið teir flokkar og næmingar, sum læraramir hava, verða viðgjørdir. Stk. 2. Rektarin innkallar til lærarafund og stýrir fundinum. Stk. 3. Lærarafundurin viðger øll mál viðvíkjandi eftirmeting hjá tí einstaka flokkinum og tí einstaka næminginum. Lærarafundurin ger tilmæli til rektar- an hesum viðvíkjandi, møguliga eftir atkvøðu. Bert lærarar, sum hava tann flokk/næming, sum verður viðgjørdur, hevur rætt at greiða atkvøðu, um atkvøtt verður. Stk. 4. Gerðabók fyri fundin verður førd. Rektarin sær til, at fundarskrivari verður valdur at føra gerða- bók, har allar avgerðir hjá lærarafundinum verða uppskrivaðar. Stk. 5. Tá lærarafundurin er av, verður gerðabókin undirskrivað av rektaranum og fundarskrivaranum. § 2. Áðrenn fyrsta undirvísingardag verður á lærara- fundi ársætlan, herundir innlating av skrivligum avrikum o.ø, fyri teir einstøku flokkamar viðgjørd, og endaliga ársætlanin hjá øllum flokkunum verður avtalað. § 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 1997. Undirvísingar- og mentamálastýrið, 9. mei 1997 Eilif Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Jákup Nielsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.