Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Síða 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Síða 7
271 Nr. 50 9. mai Kunngerð um broyting í kunngerð um forkanningar av førovsku undirgrundini §i. í kunngerð nr. 10 frá 15. februar 1996 um forkan- ningar av føroysku undirgrundini verður gjørd henda broyting: í § 2 verður sett inn sum nýtt stk. 4: “Stk. 4. Vinnumálastýrið kann gera av, at umsóknar- og loyvisgjald verður ikki kravt, um talan er um vís- indaligar kanningar sambært § 1, stk. 1, nr. 2 í løg- tingslóg nr. 179 frá 21. oktober 1993 um forkanning- ar o.a.m av undirgrund Føroya. Somuleiðis kann Vinnumálastýrið veita undantak frá kravinum um umsóknar- og loyvisgjald, um umsøkjarin ístaðin letur Vinnumálastýrinum jarðfrøðiligt tilfar og upp- lýsingar, sum ikki stava frá teimum kanningum, ið loyvið fevnir um. §2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálastýrið, 9. mei 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ami Poulsen (sign.) Nr. 51 13. mai Løgtingslóg um broyting í løgtinglsóg um evnissskráir hjá almennum myndugleikum Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: 81. í løgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum við seinni broytingum verður í § 9 skoytt uppí sum nýtt 10. punktum: “Persónnummarið kann nýtast í øllum samskifti millum sjúkrakassamar, kommunulæknamar, apo- tekini, Almannastovuna og Sjúkrahúsverk Føroya.” §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Samstundis fer allur danski tekurin í lógini úr gildi. Tórshavn, 13. mai 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Eilif Samuelsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.