Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 8

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 8
272 Nr.52 13. mai Løgtingslóg um brovting í løgtingslóg um fløgustuðul til alivinnuna Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1. í løgtingslóg nr. 82 frá 28. mai 1996 um íløgustuðul til alivinnuna við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) í § 1, stk 1 verða orðini “í fíggjarárinum 1996 at nýta 10 mió. kr” broytt til: “í fíggjarárinum 1996 at nýta 10 mió. kr. og í fíggjarárinum 1997 at nýta 9 mió. kr.”. 2) í § 1, stk 3 verður “í 1996” broytt til “í 1996 og 1997”. 3) í § 2, stk. 2 verður nr. 3 broytt til nr. 4. og orðini “1) og 2)” verða broytt til “1), 2) og 3)”. 4) Sum nýtt nr. 3 í § 2, stk. 2 verður sett inn: “3) Váttan frá grannskoðara um at trygd er fyri rakstarfígging fyri tí útsetta smoltinum fram til tøku.” §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 13. mai 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.) Nr. 53 13. mai Løgtingslóg um útbúgving til grannskoðara Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Landsstýrismanninum í undirvísingmálum verður heimilað ( kunngerð at áseta reglur fyri tí førleikapróvtøku og tí útbúgvingarliga grundarlagi, sum krevst til eina góðkenda útbúgving av grann- skoðarum sambært løgtingslóg nr. 119 frá 21. mai 1993 um skrásettar grannskoðarar. § 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 13. mai 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Eilif Samuelsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.