Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 9

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 9
273 Nr. 54 13. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1. í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. við seinni broyt- ingum verður gjørd henda broyting: í § 10 verður sum nýtt stk. 2 sett: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um og treytir fyri upptøku, herundir fyri upptøku av næmingum, sum ikki lúka krøvini í stk. 1, og um upptøku av stakgreinalesandi.” §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 13. mai 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Eilif Samuelsen (sign.) Nr.55 13. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m. Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § L í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studenta- skúlar v.m. við seinni broytingum verður gjørd henda broyting: f § 15 verður sum nýtt stk. 4, 5 og 6 sett: “Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at sjálvlesandi og stakgreinalesandi skulu lata eitt gjald fyri hvøija lærugrein sær og um gjaldsupphædd og gjaldsskipan. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at næmingar, ið ynskja at innskriva seg til próvtøku, uttan at teir eru innskrivaðir til undirvísing (sjálvles- andi), skulu lata eitt gjald. Stk. 6. Inngjalding sambært stk. 4 og 5 er ein treyt fyri at fáa undirvísing og fara til próvtøku.” §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon kunn- gjørd. Tórshavn, 13. mai 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Eilif Samuelsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.