Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Síða 13

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Síða 13
277 Nr. 59 13. mai Kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming (próvtalskunngerðin). Við heimild í § 6, litra c) í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya Yrkisskúla fyri fiskaídnað og havbúnað við seinni broytingum, § 13, litra d í løg- tingslóg nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving við seinni broytingum, § 7, nr. 3 í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving við seinni broytingum, § 6, litra c í løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar við seinni broyting- um, § 14, stk. 2 í løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993 um hægri handilsútbúgving við seinni broyt- ingum, § 9 í løgtingslóg nr. 129 frá 21. mai 1993 um hægri tøkniliga útbúgving við seinni broytingum, § 6, stk. 1 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar v.m. við seinni broytingum og í § 7, stk. 1 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. við seinni broytingum verður fyrisett: § 1. Til próvtøkur, sum eru partar í einari heildar- próvtøku, og til próvtøkur í støkum lærugreinum verða næmingar dømdir einsæris eftir hesum próv- talsstiga (13-stiganum): 13: verður givið fyri framúr sjálvstøðugt og avbera gott avrik 11: verður givið fyri sjálvstøðugt og avbera gott avrik 10: verður givið fyri avbera gott, men av handahógvi merkt avrik 9: verður givið fyri gott avrik, sum er eitt sindur yvir miðal 8: verður givið fyri miðalgott avrik 7: verður givið fyri toluligt avrik, sum er eitt sindur undir miðal 6: verður givið fyri avrik, sum akkurát kann verða góðtikið 5: verður givið fyri ivasamt avrik, ið er ikki nøkt- andi 03: verður givið fyri sera ivasamt ófullfíggjað avrik, ið er ikki nøktandi 00: verður givið fyri út av lagi ringt avrik Stk. 2. Krøvini, sum ásett eru í próvtalsstiganum um einstaka avrikið, skulu samstundis verða nýtt til árs- met og samsvarandi støðumet. Stk. 3. í hægri framhaldsútbúgvingunum kann um- framt verða nýtt dømingin “Staðið/Ikki staðið” til próvtøkur, sum eru partar av heildarpróvtøku, smbr. §11, stk. 1, og sum fevnir um í mesta lagi 1/3 av útbúgvingini. Stk. 4. í reglunum fyri tær einstøku yrkisútbúgving- amar kann vera ásett, at nýtt kann verða onnur døm- ing enn “Staðið/Ikki staðið” ella annar próvtalsstigi enn 13-stigin. Dømingin “Staðið/Ikki staðið” kann ikki verða umroknað til próvtal á 13-stiganum. Stk. 5. Asetingamar í kunngerðini um dømingina “Staðið/Ikki staðið” kunnu somuleiðis verða nýttar til dømingina “Góðtikið/Ikki góðtikið”. Stk. 6. Tá ið próvtalsstigin verður týddur til enskt og danskt, verða nýtt tey heiti, sum em tilskilað í fylgi- skjali 1 og 2 í hesi kunngerð. § 2. Avrik verða dømd og støðumet verða givin eftir teimum fakligu krøvunum, sum em ásett fyri ta ávísu útbúgvingina (treytaleys próvtalsgeving). Av- rikið verður dømt ella støðumetið verður givið eftir endamálsorðingini fyri læmgreinina eins og eftir lýsta innihaldinum í undirvísingini. Roynt má ikki vera at fremja eitt ávíst slag av próvtalsbýti (treytað próvtalsgeving). Stk. 2. Tá ið ein próvtøka/roynd er byrjað, skal avrikið dømast, uttan so at próvtøkan/royndin verður steðgað vegna burturvísing, ella vegna sjúku, ið gev- ur næminginum rætt at fara til sjúkrapróvtøku. § 3. í allari døming eftir 13-stiganum skal avrikið ella støðumetið fyrst verða flokkað í ein av hesum 4 próvtalsflokkum: 1) Avbera gott avrik, próvtølini 13, 11 og 10. 2) Miðalgott avrik, próvtølini 9, 8 og 7. 3) Avrik, sum akkurát verður góðtikið, próvtalið 6. 4) Ivasamt avrik, próvtølini 5, 03 og 00. Stk. 2. Eftir at flokkað er í próvtalsflokkamar 1, 2, 3 og 4, verður síðani viðvíkjandi próvtalsflokkunum 1, 2 og 4 gjørt av, hvat próvtal í flokkingini avrikið ella støðumetið skal hava. Stk. 3. Próvtalið verður ásett við støði í eini heildar- meting av, í hvønn mun avrikið ella støðumetið lúka lýstu krøvini. § 4. Upp í próvtalsflokkingina “avbera gott” (próv- tølini 13, 11 og 10) hoyra avrik og støðumet, har næmingurin 1) sýnir víðtøkna og holla vitan og víðtøknan og hollan førleika í læmgreinini, 2) skilur greitt í millum tað, sum er týdningarmikið, og tað, sum ikki er týdningarmikið, 3) sýnir ógvuliga víðtøkna vitan um hugtøk ávika- vist víðtøknan førleika í hugtøkum og háttaløg- um, 4) greiðir frá hesum og skipar eitt evni á tílíkan hátt, at næstan allir viðkomandi tættir verða tikn- ir fram,

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.