Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 15

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 15
279 Stk. 2. Hóast reglumar í stk. 1 kann ikki verða av- rundað til próvtølini 13 og 00. Asetanin í stk. 1 verð- ur somuleiðis nýtt, tá ið dømingin er ikki eftir 13- stiganum, smbr. § 1, stk. 2 og 3. § 10. Er krav um at standa til eina próvtøku, eina roynd ella í samband við støðumet, er kravið lokið, um næmingurin fær í minsta lagi 6 ella dømingina “Staðið”. Stk. 2. Em fleiri próvtøl partur í heildini, er kravið í stk. 1 lokið, er miðaltalið í minsta lagi 6. Kravið um eitt miðaltal, sum í minsta lagi er 6, kann ikki verða lokið við hækking. “Staðið” skal vera fingið til allar próvtøkur/royndir o.a., tá ið dømingin “Staðið/Ikki staðið” verður nýtt. Hammframt kunnu í reglunum fyri tær einstøku útbúgvingamar verða ásett krøv um, at eitt ávíst próvtal á próvtalsstiganum skal vera fingið til eina ella fleiri próvtøkur/royndir o.a., sum em partar í miðaltalinum. § 11. í próvskjalinum skal verða tilskilað, hvørjar próvtøkur em partar í heildarpróvtøkuni, og hvussu úrslitið av dømingini er. Úrslitið av heildarpróvtøku kann verða tilskilað við einum miðaltali, smbr. § 12. Miðaltalið verður roknað við einum desimali. I regl- unum fyri ta einstøku útbúgvingina kann verða ásett, at miðaltalið verður roknað eftir miðaltølum í ávís- um bólkum av próvtølum. I hesum føri skal kravið um staðið sambært § 12, stk. 2 vera lokið fyrihvønn bólk sær. Tá ið miðaltalið verður roknað, verða læm- greinir, har dømingin “Staðið/Ikki staðið” er brúkt, ikki tiknar uppí. Stk. 2. Ásett er f reglunum fyri ta einstøku útbúgv- ingina, hvørji próvtøl em partar í heildarpróvtøkuni. Stk. 3.1 reglunum fyri ta einstøku útbúgvingina kann verða ásett, at tey einstøku próvtølini, ið era partar í heildarpróvtøkuúrslitinum, telja ymisliga, tá ið mið- altalið verður roknað. § 12. Tá ið heildarpróvtal verður ásett sambært § 9, ella meting verður ásett sambært § 10, stk. 1, og krav er um at standa til próvtøku, roynd ella í sambandi við støðumet, og tá ið miðaltalið verður roknað sam- bært § 11, kunnu próvtølini telja ymisliga, soleiðis sum ásett er í reglunum fyri tær einstøku útbúgving- amar. Stk. 2. Við vigað miðaltal skilst samløgan av teimum einstøku próvtølunum, hvørt faldað við vektini av próvtalinum, býtt við samløgum av vektunum. § 13. Henda kunngerð fær gildi frá 1. mei 1997. Stk. 2. Samstundis verða § 21, stk. 2 og 4 í kunngerð nr. 26 frá 7. mei 1991 um læraraútbúgving, § 10 í kunngerð nr. 146 frá 2. juli 1993 um próvtøkuhald innan maskinmeistaraútbúgving og § 10 í kunngerð nr. 147 frá 5. juli 1993 um próvtøkuhald innan heimaskipara-, skipara- og skipsføraraútbúgvingar strikaðar. Undirvísingar- og mentamálastýrið, 13. mei 1997 Eilif Samuelsen (sign.) landsstýrismaður / Jákup Nielsen (sign.) Fylgiskjal 1 Mei 1997 Umseting tii enskt av 13-stiganum 13: Is given for the exceptionally independent and excellent performance. 11: Is given for the independent excellent performance. 10: Is given for the excellent but not particularly independent performance. 9: Is given for the good performance, a little above average. 8: Is given for the average performance. 7: Is given for the mediocre performance, slightly below average. 6: Is given for the just acceptable performance. 5: Is given for the hesitant and not satisfactory performance. 03: Is given for the very hesitant, very insufficient and unsatisfactory performance. 00: Is given for the completely unacceptable performance.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.