Føroya kunngerðasavn A og B - 23.05.1997, Síða 1
281
Kunngerðablaðið A
1997 Hefti 9
ISSN 0907-905X
Nr. 61 14. mei
Løgtingslóg
um
brovting í løgtingslóg um aling v. m.
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§L
í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski
v. m. við seinni broytingum verður gjørd henda
broyting:
1) § 2 verður orðað soleiðis :
“§ 2. Loyvi frá landsstýrinum krevst til at byggja,
gera til, umskipa, víðka, keypa ella reka støð til ali-
virksemi. Til alivirksemi uttan alistøð krevst eisini
loyvi frá landsstýrinum.
Stk. 2. Landsstýrið kann í loyvinum seta nærri fylg-
istreytir.
Stk. 3. Alivirksemið sambært hesi lóg kann bert fara
fram á alistøðum, sum hava loyvi frá landsstýrinum
til alivirksemi eftir stk. 1. Fyri at reka alistøð í
Føroyum krevst, at eigararnir eru:
a) Einkultpersónar, einkultpersónar í felagsskapi
sum hefta persónligt, solidariskt og beinleiðis og
sum lúka treytimar í stk. 4,
b) ella feløg, sum lúka treytimar í stk. 5.
Stk. 4. Eigaramir sambært stk. 3 skulu hava fast til-
knýti til Føroyar, allir skulu vera skrá settir í fólka-
yvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera
fult skattskyldugir í Føroyum.
Stk. 5. Um eigaramir sambært stk. 4 em skipaðir í
felag, skal tað lúka fylgjandi treytir:
a) Felagið skal vera partafelag, smápartafelag ella
lutafelag. Er talan um partafelag ella smáparta-
felag, skulu partabrøvini vera navnapartabrøv.
b) Eigaramir av í minsta lagi 2/3 av ognarpeningin-
um, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av at-
kvøðurættinum í felagnum, skulu lúka treytimar
í stk. 4.
c) Um broytingar em famar fram í ognar- og av-
gerðarrættindaviðurskiftunum, skal felagið
skrivliga geva Føroya landsstýri upplýsingar um
hesar.
Stk. 6. Persónar og feløg, sum hava rikið alistøð áðr-
enn henda lóg kemur í gildi, kunnu halda áfram við
virksemi sínum hóast ásetingamar í stk. 3-5.
Stk 7. Landsstýrið kann í heilt serligum førum gera
undantøk viðvíkjandi treytunum sambært hesi grein.
§2.
Henda lóg fær gildi frá tí degi, lógarappskotið er
lagt fram á Føroya Løgtingi.
Stk. 2. Samstundis fer danski teksturin í lóg nr. 70
frá 9. juni 1988 við seinni broytingum úr gildi.
Tórshavn, 14. mai 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Ivan Johannesen (sign.)