Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 23.05.1997, Qupperneq 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 23.05.1997, Qupperneq 1
281 Kunngerðablaðið A 1997 Hefti 9 ISSN 0907-905X Nr. 61 14. mei Løgtingslóg um brovting í løgtingslóg um aling v. m. Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v. m. við seinni broytingum verður gjørd henda broyting: 1) § 2 verður orðað soleiðis : “§ 2. Loyvi frá landsstýrinum krevst til at byggja, gera til, umskipa, víðka, keypa ella reka støð til ali- virksemi. Til alivirksemi uttan alistøð krevst eisini loyvi frá landsstýrinum. Stk. 2. Landsstýrið kann í loyvinum seta nærri fylg- istreytir. Stk. 3. Alivirksemið sambært hesi lóg kann bert fara fram á alistøðum, sum hava loyvi frá landsstýrinum til alivirksemi eftir stk. 1. Fyri at reka alistøð í Føroyum krevst, at eigararnir eru: a) Einkultpersónar, einkultpersónar í felagsskapi sum hefta persónligt, solidariskt og beinleiðis og sum lúka treytimar í stk. 4, b) ella feløg, sum lúka treytimar í stk. 5. Stk. 4. Eigaramir sambært stk. 3 skulu hava fast til- knýti til Føroyar, allir skulu vera skrá settir í fólka- yvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum. Stk. 5. Um eigaramir sambært stk. 4 em skipaðir í felag, skal tað lúka fylgjandi treytir: a) Felagið skal vera partafelag, smápartafelag ella lutafelag. Er talan um partafelag ella smáparta- felag, skulu partabrøvini vera navnapartabrøv. b) Eigaramir av í minsta lagi 2/3 av ognarpeningin- um, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av at- kvøðurættinum í felagnum, skulu lúka treytimar í stk. 4. c) Um broytingar em famar fram í ognar- og av- gerðarrættindaviðurskiftunum, skal felagið skrivliga geva Føroya landsstýri upplýsingar um hesar. Stk. 6. Persónar og feløg, sum hava rikið alistøð áðr- enn henda lóg kemur í gildi, kunnu halda áfram við virksemi sínum hóast ásetingamar í stk. 3-5. Stk 7. Landsstýrið kann í heilt serligum førum gera undantøk viðvíkjandi treytunum sambært hesi grein. §2. Henda lóg fær gildi frá tí degi, lógarappskotið er lagt fram á Føroya Løgtingi. Stk. 2. Samstundis fer danski teksturin í lóg nr. 70 frá 9. juni 1988 við seinni broytingum úr gildi. Tórshavn, 14. mai 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.