Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 23.05.1997, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 23.05.1997, Blaðsíða 3
283 Nr. 63 21.mei Kunngerð um útvarpsgjald Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp við seinni broytingum hevur lands- stýrið fyrisett: § 1. Fyri vanligan útvarpsmóttakara, smb. § 2, skal gjaldast útvarpsgjald fyri 1997, kr. 1.107,50 um- framt meirvirðisgjald. § 2. Tað í § 1 nevnda gjald fyri vanligar útvarpsmót- takarar er galdandi fyri útvarpsmóttakarar, ið verða nýttir av gjaldaranum ella húsfólki hansara, sum hann er uppihaldari hjá. Stk. 2. Tann, ið selur ella umvælir útvarpstól og nýtir útvarpsmóttakara í virki sínum, rindar gjald av ein- um móttakara har. Stk. 3. Sjálvstøðugt gjald verður goldið fyri útvarps- móttakarar, sum ikki koma undir reglumar í stk. 1 og 2, á henda hátt: 1) Móttakarar, ið eru uppsettir í húsunum hjá tí, ið rindar gjald eftir stk. 1, og sum verða nýttir av arbeiðsfólki, lærlingum, gistandi og øðmm, her- uppií av bømum, ið hava fylt 18 ár, og sum sjálvi eiga ella nýta útvarpsmóttakara, 2) móttakarar umborð á skipum og bátum, 3) móttakarar uppsettir í skúlum, á sjúkrahúsum, røktar- og ellisheimum, dagstovnum o.t., 4) móttakarar uppsettir í krambúðum, á skrivstov- um, hotellum, verkstøðum o.t. § 3. Fyri allar útvarpsmóttakarar, sum em uppsettir áðrenn 1. januar, skal gjaldið verða goldið útvarpin- um í seinasta lagi 1. juni árið eftir. Stk. 2. Fyri allar útvarpsmóttakarar, sum em uppset- tir í tíðarskeiðinum 1. januar til 30. juni, skal gjaldið verða goldið í seinasta lagi 15. juli sama ár. Fyri út- varpsmóttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. desember, verður at gjalda hálvt gjald í seinasta lagi 15. januar árið eftir. Stk. 3. Um goldið verður aftaná teir í stk. 1 og 2 nevndu gjaldsdagar, skal verða goldið eykagjald kr. 50,- umframt meirvirðisgjald. Tey í § 1 og pkt. 1 nevndu gjøld kunnu innheintast við panting. Stk 4. Utvarp Føroya kann víkja frá gjaldsfreistun- um í stk. 1 og 2, og gera gjaldsavtalur, soleiðis at skilja, at útvarpsgjaldið kann rindast f upp til 4 av- gjøldum. Verður gjaldsavtalan eftir hesum stk. ikki hildin, verða gjaldsfreistimar í stk. 1 og 2 at galda. § 4. Tann, ið selur ella leigar út útvarpsmóttakarar, skal skrivliga boða Utvarpi Føroya frá navni og bú- staði hjá tí, sum keypir/leigar, so hvørt sum sølan/- leigan fer fram. Stk. 2. Tollmyndugleikar hava skyldu at boða útvarpinum frá skrivliga, tá ið útvarpsmóttakarar verða fluttir til Føroya. § 5. Verður útvarpsmóttakari seldur ella á annan hátt latin øðmm, skal fyrri eigarin boða útvarpinum frá hesum skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi innan 10 dagar, fyri at sleppa undan at gjalda fyri næsta gjaldingarskeið. Tann fyrri eigarin hevur skyldu at gjalda fyri tað gjaldingarskeið, har hann letur útvarpsmóttakaran frá sær. Stk. 2. Um útvarpsmóttakari gerst ónýtiligur, skal eigarin boða útvarpinum frá skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi innan 10 dagar, fyri at sleppa und- an at gjalda fyri næsta gjaldingarskeið. Útvarp Før- oya kann krevja váttan fyri, at útvarpsmóttakari ver- uliga er ónýtiligur. Stk. 3. Lurtari, sum skiftir bústað, hevur skyldu til at siga Útvarpi Føroya frá hesum. § 6. Tey, sum ikki gjalda rættstundis, koma samsvar- andi lógini um útvarp undir sekt. § 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 39 frá 17. apríl 1996 um útvarpsgjald. Undirvísingar- og mentamálastýrið, 21. mei 1997 Sámal Petur í Grund (sign.) landsstýrismaður / Jákup Thorsteinsson (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.