Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 1
289 Kunngerðablaðið A 1997 Hefti 10 ISSN 0907-905X Nr. 67 23. raei Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn við seinni broytingum verður gjørd henda broyt- ing: Eftir § 20 verður sum nýtt § 20 A sett: “§ 20 A. Løntakarafeløgini og Frítíðargrunnurin rinda Toll- og Skattstovu Føroya fyri umsiting sam- bært hesi lóg.” §2. Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1998. Tórshavn, 23. mei 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Anfinn Kallsberg (sign.) Nr. 68 23. mei Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: 81. f løgtingslóg nr. 86 ffá 1. september 1983 um lands- skatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løg- tingslóg nr. 147 frá 30. desember 1996 verða hesar broytingar: 1) f § 1 verður nr. 9 orðað soleiðis: “9) Vinnurekandi grunnar og tryggingarfeløg.” 2) f § 63, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 63. Áðrenn A-inntøka verður goldin skatt- gjaldara, skal A-skattur avroknast í upphæddini. Tann, hvørs vegna A-inntøka verður útgoldin (hin ávísingarskyldugi), skal gjalda A-inntøkuna inn til eitt av landsstýrinum góðkent avrokning- arstað. Avrokningarstaðið avroknar A-skatt, sum eftir hetta verður fluttur til landskassan, meðan restupphæddin verður útgoldin tí ávísingar- skylduga. Avrokning av A-inntøku, sambært § 60, stk.l, nr.8, áliggur tí, sum fær arbeiðið gjørt. Avrokningarstaðið hevur skyldu til mótvegis skattgjaldaranum at gera eina gjølliga sundur- greining av, hvat verður eftirhildið í hvørjari A- inntøku. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um sundurgreiningina. ” 3) f § 81, stk. 1 og § 100, stk. 3, 2. punkt verður ávikavist “§ 1, nr. 7-15” og “§ 1, stk. 1., nr. 7- 15” broytt til: “§ 1, nr. 7-16” og í § 146, stk. 1,

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.