Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 11

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 11
299 fastar ognir, sum annað hvørt hoyra til ein og sama eigara ella sum hoyra til eitt og sama virki, ait undir tí treyt at kervið burturav er til nýtslu eigarans. fjarskiftistænasta: tænasta innan fjarskifti, sum heilt ella partvíst er við flutningi í fjarskiftiskervi. almenn fjarskiftistænasta: fjarskiftistænasta, sum al- menningurin hevur atgongd til ella sum er ætlað til nýtslu hjá almenninginum. kervisveitari: eigarin ella tann, sum hevur ræði á al- mennum fjarskiftiskervi. tænastuveitari: tann, sum bjóðar fram fjarskiftistæn- astu á almennum fjarskiftiskervi. fjarskiftisútbúnaður: tól, sum beinleiðis ella óbein- leiðis eru tengd ella kunnu tengjast til kervisendan á almennum fjarskiftiskervi við atliti til fjarskifti. Kapittul II. Lógarøkið v.m. Sakliga virkisøkið § 3. Lógin er galdandi fyri fjarskifti. Stk. 2. Landið hevur einkarrætt til fjarskifti, herundir at leggja, hava í hendi og reka alment fjarskiftis- kervi og almenna fjarskiftistænastu. Staðarliga virkisøkið § 4. Lógin er galdandi á føroyskum land- og sjóøki. Stk. 2. Lógin er eisini galdandi fyri føroysk skrásett skip og flogfør, umframt fyri frálandsvirki innan kolvetnisvinnu á landgrunninum. Undantøk § 5. Undantikin einkarrætti landsins eru innanhýsis fjarskiftiskervi og fjarskiftistænasta á hesum kervi. Kapittul III. Umsiting, fræls øki og konsessiónsøki Umsiting § 6. Einkarrætturin til fjarskifti verður umsitin av Føroya Landsstýri, sum tryggjar, at endamál lógar- innar verður framt. Stk. 2. Umsiting Landsstýrisins av einkarrættinum sambært § 3 verður framd við deils at undantaka ávísar partar av fjarskiftinum frá einkarrættinum (fræls øki) og deils at veita konsessiónir til ávísar partar av fjarskiftinum. Fræls øki § 7. Landsstýrismanninum er heimilað at undantaka ávís øki av fjarskiftinum frá einkarrættinum. Verður slík avgerð tikin, verður hon sett í verk við kunn- gerð. Er konsessión veitt á økinum, kann økið bert undantakast við loyvi ffá honum, ið konsessiónina hevur. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri tað fjarskiftið, sum avgerð verður tikin um at gera frælst. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri krøv til fjarskiftiskervi ella fjarskiftistænastu. Herundir eis- ini krøv til: a) rakstrartryggleikan á tí almenna fjarskiftisnetin- um og heilskapi tess, rakstrarsambæri millum tænastur og dátuvemd. b) trygging av samfelagsliga týðandi málum, her- undir ávaringar- og tilbúgvingarskipanir. c) trygging av algongd fyri samfelagsliga umráð- andi fjarskifti. d) at dylja fjarskifti. e) at nøkta tann serliga tørv, sum ávísir brúkarar hava, herundir tey menningartamaðu. f) at lata upplýsingar til brúkaramar av almennu fjarskiftistænastuni um treytimar fyri tænastun- um, hemndir kostnað, góðsku v.m. g) áseta gjald fyri umsiting landsstýrisins av fjar- skiftisøkinum, hemndir rakstur av fjarskiftiseft- irliti og kæmnevnd. Konsessiónir § 8. Landsstýrismanninum er heimilað at veita kon- sessión til fjarskifti. Stk. 2. Verður konsessión veitt, skulu treytir leggjast á viðkomandi um: a) sakliga og staðarliga økið fyri fjarskiftiskervið ella fjarskiftistænastuna, sum konsessiónin fevn- ir um. b) at hann gevur seg undir ótálmaða sambinding og samskipan av almennum fjarskiftiskervi og al- menna fjarskiftistænastu. c) tað tíðarskeið, sum konsessiónin er galdandi fyri. d) at hann skal tola, at konsessión eisini verður veitt øðrum á sama øki, í sama tíðarskeiði og uppá somu treytir. e) at hann gevur seg undir at halda tær samtyktir, sum verða gjørdar innan altjóða samarbeiði á fjarskiftisøkinum. f) gjald fyri konsessiónina. g) viðskiftatreytir hemndir eisini ásetan av gjøl- dum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, tá konsessión verð- ur veitt, leggja aðrar treytir við, hemndir eisini: a) at samfelagsligt týðandi fjarskifti verður tryggj- að og hildið viðlíka uttan útreiðslur fyri tað al- menna, tá serlig viðurskifti ráða í landinum. b) at hann luttekur og ber kostnaðin av luttøkuni í altjóða samstarvsfelagsskapum og í specifikati- ónsarbeiði innan fjarskifti. c) at hann tekur á seg serligar uppgávur, sum hava við sær, at vanligur vinningur ikki fæst burturúr, ella tap stendst av hesum. d) áseta gjald sum skila til undir § 7, stk. 3. lit. g.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.