Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Side 14

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Side 14
302 Nr. 80 23. mei Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til feskfiskaflotan Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § L I løgtingslóg nr. 34 frá 4. mars 1993 um stuðul til feskfiskaflotan við seinni broytingum verður gjørd henda broyting: I § 7 verður sum nýtt stk. 2 sett: “Stk. 2. Landsstýrinum verður heimilað í serligum førum, uttan at treytimar í stk. 1 eru loknar, at gjalda lán ella part av láni, sum hava landskassaveðhald, og umleggja goldnu upphæddina til eitt rentu- og avdráttarfrítt lán, ið verður standandi í fiskifarinum og tryggja við veðrætti, treytað av, at eginpeningurin í fiskifarinum verður hækkaður við eini upphædd ásett av landsstýrinum. Sama er galdandi, tá talan er um eina av landsstýrinum goldna borgan. Rentu- og avdráttarfría lánið verður niðurskrivað eftir einum áramáli, ið verður ásett av landsstýrinum. Nevndin, ið er sett sambært løgtingslóg um umlegging av lán- um v.m. hjá fjarfiskiflotanum, letur landsstýrinum ummæli av umsóknum sambært hesum stykki. Tað er ein treyt fyri umlegging, at fiskifarið ikki hevur rakstrarmøguleika at rinda skuldina, og at fiskifarið við umlegging verður mett at fara at klára seg í framtíðini.” §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 23. mei 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 81 28. mei Kunngerð um avriksflutning í ávísum lærugreinum í miðnámsútbúgvingum v.m. (Kunngerð um avriksflutning) Við heimild í § 6, stk. 1 í løgtinglóg nr. 106 um studentaskúlar v.m frá 29. juni 1995 við seinni broytingum og í § 7, stk. 1 í løgtingslóg nr. 107 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m. frá 29. juni 1995 við seinni broytingum verður fyrisett: § 1. Næmingar í einari miðnámsútbúgving v.m. hava rætt til avriksflutning í ávísum lærugreinum sam- bært reglunum í hesari kunngerð, um teir hava gjøgnumført og lokið lærugreinina á sama ella hægri stigi, smb. § 3. Avriksflutningur merkir, at næming- ar verða frítiknir fyri undirvísing og próvtøku í lærugreinunum. Avriksflutningur við støði í pørtum av einari miðnámútbúgving v.m. § 2. Næmingar fáa í ávísum miðnámsútbúgvingum v.m., eftir umsókn til skúlan, avriksflutning í teim- um lærugreinunum, sum eru partur av útbúgvingini, og sum eru nevndar í fylgiskjali 1, smb. § 3. Stk. 2. Tað snýr seg um hesar miðnámsútbúgvingar v.m.: 1. Hægri fyrireikingarpróvtøka 2. Studentspróvtøkan § 3. I fylgiskjali 1 er tilskilað fyri hvørja lærugrein og fyri hvørja av teimum útbúgvingum, har ein lærugrein kann geva avriksflutning. Støðið er ásett frá stigi A til G, har A er hægsta stigið. Stk. 2. Lærugreinimar í Grønlands gymnasiale Ud- dannelse verða settar inn sum lærugreinir til hægru fyrireikingarpróvtøku ávikavist studentspróvtøku. Lærugreinir í donskum útbúgvingum verða settar inn sum lærugreinir í teimum samsvarandi føroysku útbúgvingunum. Stk. 3. Fyri at fáa avriksflutning við støði í læru- greinum úr einari miðnámsútbúgving smb. § 2 skal næmingurin skjalprógva, at hann annaðhvørt: 1) hevur verið til próvtøku í lærugreinini og fingið í minsta lagi 6 til próvtøkuna, ella 2) um lærugreinin ikki er úttikin til próvtøkuna fyri viðkomandi næmingi, í minsta lagi hevur fingið 6 í fluttum ársmeti, tá læmgreinin var lokin, ella 3) um næmingurin hevur valt læmgreinina á hægri stigi og tí ikki hevur verið til próvtøku á hesum

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.