Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 1
321 Kunngerðablaðið A 1997 Hefti 11 ISSN 0907-905X Nr. 83 6. juni Løgtingslóg um kapping Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Kapittul 1 Endamál og øki lógarinnar § 1. Lógin hevur til endamál at fremja kapping og harvið styrkja virkisførið í framleiðslu og handli av vørum og tænastum v.m. við mest møguligum gjøgnumskygni viðvíkjandi kappingarviðurskiftum og við tiltøkum ímóti avmarking av vinnufrælsinum og øðrum skaðiligum árinum av kappingaravmark- ingum. § 2. Lógin er galdandi fyri: 1) Vinnufyritøkur og samtøk av vinnurekandi. 2) Vinnuvirksemi framt av lands- ella kommunu- umsiting, og sum er at útbjóða ella eftirspyrja vørur ella tænastur v.m., og sum hevur týdning fyri kappingina í vinnulívinum. § 3. Lógin er ikki galdandi fyri løn- og arbeiðsviður- skifti. Kappingarráðið kann tó í umsitingini av lógi- ni krevja upplýsingar av feløgum og fyritøkum um løn- og arbeiðsviðurskifti. Kapittul 2 Kappingarráðið § 4. Lógin verður umsitin av kappingarráðnum. Stk. 2. Kappingarráðið hevur ein formann og 4 limir. Formaðurin og hinir limimir verða valdir av landss- týrismanninum í vinnumálum fyri eitt fýra ára tíðar- skeið. Fyri formannin og hvønn av liminum verða vald varafólk. Limir ráðsins skulu hava gjøllan kun- nleika til vinnuvirksemi, herundir ávikavist løgfrøði, búskaparfrøði og viðurskifti brúkaranna. Formaðu- rin og 2 av limum ráðsins skulu vera óheftir av vin- nuligum áhugamálum. Stk. 3. Til ráðið er eftir nærri avgerð hjá landsstýris- manninum knýtt ein skrivstova. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um virk- semi ráðsins. Kapittul 3 Gjøgnumskygni § 5. Avtalur og samtyktir, sum viðføra ella kunnu viðføra avgerðandi ávirkan á eitt marknaðarøki, sku- lu fráboðast til Kappingarráðið innan 14 đagar eftir, at avvarðandi avtala ella samtykt er gjørd. Stk. 2. Broytingar í viðurskiftum, sum eru fráboðaði, skulu somuleiðis fráboðast innan 14 dagar. Stk. 3. Kappingarráðið ger nærri reglur um fráboða- nina. § 6. Kappingarráðið kann krevja allar upplýsingar, herundir roknskapir, roknskapartilfar, úrrit úr bókum, øðrum handilspappírum og elektroniskt goymdum upplýsingum, sum verða mettir at verða neyðugir fyri tess virksemi ella fyri at avgera um viðurskifti eru umfataði av lógini. § 7. Har sum kappingin ikki er nóg virkin, ella har tað av serligum orsøkum er tørvur á at fylgja kap- pingarviðurskiftunum ella skapa gjøgnumskygni í prísviðurskiftum, kann Kappingarráðið: 1) fyri eitt tíðarskeið upp til 2 ár í senn áleggja einari fyritøku ella samtaki v.m. innan eina nærri ásetta freist, so hvørt, at fráboða nærri tilskilaði sløg av upplýsingum um prísir, vin- ningar, avsláttir, bonus, handilstreytir, fíggjar- lig og bygnaðarlig sambond, v.m. 2) gera reglur um fakturering og aðra skjal- prógvan av prísútrokningini, og 3) gera reglur um merking ella skelting við prísum og mongdum. § 8. Kappingarráðið skal gera kanningar og kann almannakunngera hesar, við atliti til at fremja gjøgnumskygni viðvíkjandi kappingarviðurskiftum. Stk. 2. Fyritøkur og samtøk v.m. sum eru umfataði av eini kanning, skulu kunnast um kanningina, áðrenn hon verður almannakunngjørd. Stk. 3. Møguligar viðmerkingar hjá fyritøkuni ella

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.