Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 2
322 samtakinum, v.m. skulu eftir áheitan almannakunn- gerast saman við kanningini, um so er, at viðmer- kingamar eru ráðnum í hendi áðrenn 30 dagar eftir at fyritøkan hevur mótikið kanningina. § 9. Kappingarráðið kann, við atliti til at fremja kap- pingina og soleiðis styrkja virkisførið, almannakun- ngera upplýsingar um prísir, avsláttir og bonus, v.m. § 10. Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er bert galdandi í málum, sum eru umfataði av hesi lóg, um áheitanin um skjalainnlit viðvfkir: 1) Avtalur og samtyktir, sum skulu fráboðast eftir § 5, ella 2) upplýsingar, sum eru fingnir til vega sambært boðum frá ráðnum eftir § 7, nr. 1. har sum kapping ikki er nóg virkin. Stk. 2. I teimum førum, har ein fyritøku ella samtøka v.m. vil verða fyri stórum fíggjarligum missi, kann ráðið gera av, at upplýsingar ikki mugu útflýggjast, um so er, 1) at útflýggjanin vil geva øðrum fyritøkum v.m. ein óheimilaðan kappingarfyrimun ella 2) tað annars eru serligar umstøður. Stk. 3. Tá Kappingarráðið almannakunnger upplýs- ingar, er stk. 2 samsvarandi galdandi. upphæddir, ella 2) at útrokningin av prísum ella vinningum skal fylgja ávísum reglum. Stk. 2. Metingin av einum prísi ella vinningi skal gerast við grundarlagi í viðurskiftum í fyritøkum, sum verða rikin á ein tøkniligan og handilsliga for- svarligan hátt. Við ásetanini av einum prísi fyri eina vøru ella tænastu v.m. skal fyritøkan hava fulnað fyri neyðugan kostnað og vinning í mun til vágnaðin fyri framleiðslu og sølu av vøruni ella tænastuni. Stk. 3. Kappingarráðið kann, tá tað ásetir prís ella vinningslág- og hámørk, har sum serligar grundir tala fyri tí, herundir grannskingar- og menningar- kevjandi framleiðsluøkir, gera frávik frá reglunum í stk. 2. § 14. Fyritøkur og samtøk v.m. mugu ikki við avtalu ella samtykt áseta ella á annan hátt treyta sær, at tað við víðarisølu í eftirfylgjandi søluliði skal yvirhald- ast minstaprísir ella -vinningar, uttan so at Kapping- arráðið hevur góðkent avvarðandi avtalur v.m. Slík góðkenning kann bert gevast, um heilt serligar grundir tala fyri. Kapittul 5 Kærur Kapittul 4 Tiltøk móti skaðiligum árinum §11. Metir kappingarráðið, at tað á einum marknað- arøki finst ein kappingaravmarking, sum viðførir ella vil kunna viðføra skaðiligt árin á kappingina og harvið virkisførið í framleiðslu og handli av vørum og tænastum v.m. ella avmarkarkingar av vinnu- frælsinum, kann ráðið við samráðingum virka fyri at fáa tey skaðiligu árinini steðgaði. § 12. Kunnu tey skaðiligu árinini nevnd í § 11 ikki steðgast við samráðingum, kann ráðið geva boð um t.d heilt ella partvísa ógildan av avtalum, samtykt- um, ásetingum ella handilstreytum ella um at ávís ella ávísar fyritøkur skulu keypa ella selja til nærri ásettar seljarar ella keyparar uppá vanligar hjá fyri- tøkuni galdandi treytir fyri samsvarandi sølur. Fyri- tøkan kann tó altíð krevja kontant gjald ella sam- svarandi trygd. § 13. Viðførir ein kappingaravmarking sum nevnd í § 11, at ein prísur ella ein vinningur eyðsæð er størri ella minni ella varir longri við, enn hvat kundi verið fingið á einum marknaði við virknari kapping, og kann hesin ikki verða steðgaður á annan hátt, ásetir ráðið fyri eitt tíðarskeið upp til 1 ár í senn fyri ávísar vørur og tænastur v.m., fyritøkum ella samtøkum v.m., 1) at nærri tilskilaðir prísir ella vinningar ikki mugu fara uppum ella fara niðurum ávísar § 15. í kærunevndini fyri kappingarmál eru ein formaður og 2 aðrir limir settir av landsstýrismann- inum eftir tilmæli frá Føroya Rætti. Fyri hvønn av liminum verða valdir varalimir. Formaður skal vera løgfrøðingur, og formaður og limimir skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum. Skt. 2. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um virksemi og samsýning nevndarinnar. § 16. Avgerðir tiknar av kappingarráðnum eftir ásetingum í hesi lóg § 2, § 3, 2. pkt., § 5, stk. 1 og 2, § 7, § 10, stk. 2 og 3, § 11 tó undantikið avgerðir hjá ráðnum um at vísa frá sær at viðgerða eitt mál. §§ 12, 13 og 14, kunnu kærast til kærunevndina í kapp- ingarmálum. Stk. 2. Kæra sambært stk. 1 kann sendast inn av, 1) honum, hvørjum avgerðin rættar seg móti, 2) honum, ið hevur serstøk áhugamál. Stk. 3. Kæmr yvir avgerðir tiknar eftir § 10, stk. 2 og 3 eru steðgandi. Ráðið ella kæranevndin kann taka avgerð um, at aðrar avgerðir eisini skulu verða steðgandi. § 17. Avgerðir tiknar av kappingarráðnum sambært hesi lóg kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingar- myndugleika enn kæranevndina fyri kappingarmál, og kunnu ikki leggjast fyri Føroya Rætt fyrr enn úrskurður frá kæranevndini er til skjals. Stk. 2. Kæra kann verða skotin inn fyri kærunevnd- ina fyri kappingarmál innan fyra vikur frá tí, at hon er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur. Tá serligar orsøk-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.