Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Síða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Síða 3
323 ir tala fyri, kann kærunevndin víkja frá kærufreist- ini. Stk. 3. Avgerðir tiknar av kappingarráðnum sambært hesi lóg kunnu leggjast fyri Føroya Rætt í seinast lagi 8 vikur frá tí, at hon er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur. Um ikki verður kært innan ásettu tíðar- freistina er avgerð kærunevndarinnar endalig. Kapittul 6 Reglur um revsing, v.m. § 18. Tann, sum ikki rættstundis til Kappingarráðið fráboðar ella gevur upplýsingar sambært §§ 5, 6 og 7, kann ráðið áleggja dagliga ella vikuliga sekt, sum kann heintast inn við útpanting. § 19. Uttan so at harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum við vilja ella við grovum ósketni: 1) ikki heldur § 5, stk. 1 og 2, og § 14, 2) gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar, jvb. § 5, stk. 1 og 2, § 6 og § 7, nr. 1., 3) ikki heldur eina avtalu, sum er gjørd eftir sam- ráðingum millum Kappingarráðið og viðko- mandi, jvb. § 11, 4) ikki ger eftir boðum sambært § 12 ella ikki heldur ásetingar sambært § 13, stk. 1, 5) gevur skeivar ella villeiðandi upplýsingar til kærunevndina ella dylur viðurskifti, sum hava týdning fyri avvarðandi mál. Stk. 2. í reglum, sum verða gjørdar eftir § 7, nr. 2 og 3, kann tað verða ásett sekt fyri brot á hesar reglur, sum eru gjørd við vilja ella við grovum ósketni. Stk. 3. Er brotið gjørt av einum partafelag, smáparta- felag, lutafelag ella líknandi, kann tað verða álagt felagnum sum so sektarábyrgd. Er brotið gjørt av statinum, landinum, einari kommunu ella komm- unalum felagsskapi, kann tað verða álagt statinum, landinum, kommununi ella tí kommunala felags- skapinum sektarábyrgd. § 20. Umboð fyri Kappingarráðið kunnu eftir rættar- úrskurð og ímóti at vísa lógváttan 1) á staðnum gera seg kunnugar við og skriva av einhvønn upplýsing, sum hevur týdning fyri at kunna fremja eftirlit við lógina, herundir rokn- skapir, roknskapartilfar, bøkur, onnur handils- pappír og elektroniskt goymdar upplýsingar, umframt 2) fáa atgongd til hølir og flutningsamboð hjá fyritøkum og samtøkum, v.m. Stk. 2. Løgreglan veitir í hesum sambandi neyðuga hjálp. Kapittul 7 Gildiskomu- og skiftisreglur § 21. Lógin kemur í gildi tann 1. august 1997. Stk. 2. Samstundis fara úr gildi lóg nr. 98 frá 29. mars 1924 om uretmæssig konkurrence, sum broytt við lóg nr. 165 frá 13. apríl 1938 og lóg nr. 108 frá 23. mars 1948, og løgtingslóg nr. 25 frá 10. mars 1992 um príseftirlit sum broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 13. juni 1995. Somuleiðis fer úr gildi løgt- ingslóg nr. 191 frá 8. desember 1993 um príssteðg. Stk. 3. Fráboðanir, sum eru gjørdar eftir ásetingun- um í løgtingslóg um príseftirlit, verða fluttar til Kappingarráðið. § 22. Landsstýrið skal leggja alla løgtingslógina um kapping fyri tingið at viðgera innan árslok 1998. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.