Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 5
 325 17) í § 9, stk. 2 verður nr. 3) orðað soleiðis: “3) friðað øki og friðingartíðir,”. 18) Sum nýtt stk. 4 í § 9 verður sett: “Stk. 4. Landsstýrið kann í kunngerð áseta treytir í samband við avreiðing av fiski til inn- vigingar í Føroyum, heruppií hvussu stórur partur skal fara um góðkendar uppboðssølur.” 19) Sum nýtt stk. 2 í § 9 a verður sett: “Stk. 2. Hóast ásetingamar í stk. 1, kann landsstýrið við kunngerð víðka um friðingam- ar í stk. 1 við tíðaravmarkingum fyri allar veiðihættir hjá øllum fiskafømm.” 20) § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Virking av veiðu umborð á fiskiførum undir føroyskum flaggi á føroysku landleiðunum er bert loyvd eftir góðkenning frá landsstýrin- um.” 21) í § 10, stk. 6 verða orðini “stk. 1 og” strikað. 22) í § 11, stk. 1 verður sett uppí: “ella uttan at hava fíngið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4.” 23) § 12 verður orðað soleiðis : “§ 12. Skip við veiðuloyvi til fiskiskap á før- oysku landleiðunum hava rætt til fiskiloyvi á føroysku landleiðunum samsvarandi teirra veiðiloyvi og skip við avvarðandi veiðiloyvi á fjarleiðum hava rætt til fiskiloyvi til kvotupart ella til at fiska burturav heildarkvotu, gmndað á ásettar reglur við atliti at § 4. Fiskiloyvi verða latin fyri samsvarandi rættindunum í veiðuloyvinum avmarkað til tær til eina og hvørja tíð galdandi ásetingar viðvíkjandi fiski- skapinum.” 24) § 14, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fiskidagar kunnu umsetast, verða leigaðir ella læntir í upp til 5 ár í hvørjum undirbólki sær sambært § 29, stk. 1, sum landsstýrið áset- ir. Fiskidagar kunnu verða læntir ella leigaðir millum høvuðsbólkamar sambært § 28, stk. 1, tó undantikið frá bólki 5, tá 3 mánaðir em eftir av fiskiárinum eftir nærri reglum, sum landss- týrið ásetir. Leiga ella lán av døgum frá høvuðsbólki 4 til høvuðsbólk 5 sambært § 28, stk. 1 er tó undantikin 3 mánaða freistini. Fiskidagar í høvuðsbólki 4, jvb. § 28, stk. 1, kunnu ikki latast frá húki til trol. Fiskiveiðieft- irlitið skal hava fráboðan um flyting av fiski- døgum, áðrenn farið verður at brúka fluttu dagamar.” 25) I § 15, stk. 1 verða orðini “latin, ella útleig- aður” broytt til: “umsettur, leigaður ella læn- tur”. 26) § 16 verður orðað soleiðis: “§ 16. Landsstýrið ásetir reglur um, á hvønn hátt egnir kvotupartar kunnu umsetast, verða leigaðir, ella lætnir millum bólkar av fiskifør- um og veiðuhættir.” 27) § 17 verður orðað soleiðis: “§ 17. Um partur av heildarkvotu ikki er latin sum egin kvotupartur sambært § 5, stk. 7, ella kvotupartur verður latin landsstýrinum inn aft- ur sum ónýttur, kann landsstýrið lata hann sum egna kvotupart til annað fiskifar.” 28) § 19 verður orðað soleiðis: “§ 19. Landsstýrið kann í kunngerð áseta reg- lur um, at tal av fxskidøgum ella veiðunøgdir skulu hækkast við upp til 30%, tá roknað verður, hvussu nógv er nýtt av fiskidøgum ella egnu árskvotuni hjá hvørjum fiskifari, roknað hvønn túr sær, tá veiðan ikki fer um eina før- oyska innvigingarskipan.” 29) I § 21, stk. 1 verða orðini “er loyvd fiskiførum við veiðuloyvi og fiskiloyvi sambært § 5, stk. 3 og 4” broytt til: “er loyvd fiskiførum við veiðuloyvi og fiskiloyvi sambært § 5, stk. 3 og 4 ella fiskiførum, sum hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4.” 30) § 22, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Við løgtingslóg verður ásett fiskidagatal fyri botnfiskaveiðu á føroyska landgrunninum og fyri Føroya Banka hvørt fiskiárið. Aðrenn 1. juli á hvørjum ári lata Fiskirannsóknarstovan og Stovnsrøktamevndin landsstýrinum hvør sína stovnsmeting av botnfiskastovnum á før- oysku landleiðunum. Ut frá hesum stovnsmet- ingum skal Skipanamevndin, grundað á eina mest hóskandi veiðu fyri fiskiárið, geva lands- stýrinum tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi ár, her undir møguligar broytingar í fiskidagatalinum fyri hvønn høv- uðsbólk. Em Fiskirannsóknarstovan og Stovnsrøktamevndin samd um, at lívfrøðiligu fortreytimar og veiðutrýstið, sum vóm gald- andi, seinast fiskidagar vórðu ásettir, em mun- andi broyttar, skal Skipanarnevndin út frá hes- um gera nýtt tilmæli um fiskidagar.” 31) í § 22, stk. 2 verða orðini “mest loyvdu veiðu og” strikað. 32) í § 22, stk. 3 verður orðið “ásettar” broytt til: “ásettir”. 33) § 26, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Landsstýrinum verður heimilað, tá fýra mánaðir em eftir av fiskiárinum, at flyta ikki nýttar partar av felagsárskvotu hjá einum skipabólki til annan bólk, sum tørvar hesar, grundað á tilætlingina í hesi lóg.” 34) I § 26 verður nýtt stk. 5 sett inn: “Stk 5. Fiskiár í hesum kapittuli er tað tíðar- skeið, sum felagsárskvotan er galdandi fyri.“ 35) § 28, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Veiðiflotin verður býttur upp í hesar høvuðs- bólkar av fiskifømm á føroysku landleiðun- um: Bólkur 1: Trolarar yvir 400 HK, lemmatrolar- ar. Bólkur 2: Trolarar yvir 400 HK, pør. Bólkur 3: Línuskip yvir 110 BRT.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.