Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Qupperneq 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Qupperneq 6
326 Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 BRT. Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 BRT á húkaveiði. Bólkur 6: Onnur veiða.” 36) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotan- um 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiski- dagatali, tó jvb, stk. 3, sum verður býtt javnt millum fiskiførini, tó so at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin,: fyri eitt hálvár í senn.” 39) § 29, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Fiskifør í bólki 4, sum ikki hava roynt við troli eftir 1. januar 1995, kunnu ikki fáa fiskiloyvi til trolveiðu.” 40) § 29, stk. 7 verður orðað soleiðis: “Stk. 7. Fiskifør, sum trola á leiðum, har loyvt bert verður troling við motororku undir 500 HK, verða flokkað í høvuðsbólk 4.” 41) í § 29 verður sett inn sum nýtt stk. 8 : “Stk. 8. Fiskifar í høvuðsbólki 2, sum leggur um til lemmatrol, fær sum lemmatrolari tillu- tað 70% av fiskidøgunum ætlað hvørjum fari í undirbólki 2.” Bólkur 2: Partrolarar 8225 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 BRT 3040 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 BRT 5600 fiskidagar Bólkur4B: Útróðrarbátar millum 40-60 BRT 3410 fiskidagar Bólkur 4 D: Útróðrarbátar størri enn 60 BRT 1650 fiskidagar Bólkur 5 A, 5 B og 5 D Útróðrarbátar undir 15 BRT á húkaveiðu 27000 fiskidagar Tøkir: 660 fiskidagar 37) § 29, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Asetta fiskidagatalið fyri hvønn skipa- bólk sær er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleiðini. Landsstýrið ásetir nærri regl- ur um umbýtið av fiskidøgum frá innaru fiski- dagaleiðini til ytru fiskidagaleiðina. Verður fiskað á ytru fiskidagaleiðini uttan fráboðan til Fiskiveiðueftirlitið um umbýti av døgum framman undan, verða dagamir roknaðir av fiskidagtalinum tillutað til fiskiskap á innaru fiskidagaleið. Um ætlanin er at fiska av um- býttu døgunum á ytru fiskidagaleið, skal hetta verða boðað Fiskiveiðueftirlitinum ffá, tá túrur bytjar. Hevur fiskifar boðað frá, at fiskað verður á ytru fiskidagaleið, kann tað ikki á sama túri fiska á innaru fiskidagaleiðini.“ 38) § 29, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Landsstýrinum verður heimilað í kunngerð at gera reglur fyri, at fiskidagatalið tillutað hvørjum fiskifari í høvuðsbólki 4 kann roknast um í lutfallinum 1:2, um fiskað verður við snellu. Fiskidagatalið fyri undirbólk 5 D verður nýtt sambært áseting frá landsstýrinum 42) Verandi § 29, stk. 8 verður broytt til § 29, stk. 9 og verður soljóðandi: “Stk. 9. Landsstýrinum verður heimilað, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum, at flyta ikki brúktar fiskidagar innanfyri ein høvuðsbólk, ella til ein annan høvuðsbólk, sum tørvar hesar, grundað á tilætlingina í hesi lóg.” 43) I § 32 verður sett inn sum nýtt stk. 3 : “Stk 3. Landsstýrið kann áseta reglur um, at Fiskirannsóknarstovan kann gera neyðugar kanningar av øllum landingum í Føroyum í samband við stovnsmetingar av fiskastovn- um.” §2. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis fer allur tann danski teksturin í løgtings- lóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum úr gildi. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.