Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Side 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Side 7
327 Nr. 85 6. juni Løgtingslóg um endurgjald til ídnaðartrolarar fyri frátikin veiðurættindi í føroyskum sjógvi Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verð- ur heimilað at taka aftur latin veiðurættindi til ídn- aðartrolarar við veiðuloyvi til ídnaðarveiðu á ytru landleiðini í 1995. Stk. 2. Verður veiðuloyvið tikið aftur, verður veitt eigaranum eitt endurgjald, ið er 12.488 kr. fyri hvørt BRT, sum skipið er til støddar sambært tjóðskapar- brævi skipsins. Aður útgoldin umleggingarstuðul latin og annar stuðul, tó undantikin fløgustuðul, verður mótroknaður, og um skipið er keypt eftir 1. januar 1995 fær skipið í mesta lagi ta upphædd, sum skipið er keypt fyri. Stk. 3. Samstundis, sum endurgjald verður veitt, skal skipaeigarin vátta ræðisavmarking, sum frátekur skipinum rættin til vinnuliga ídnaðarveiðu í føroysk- um sjógvi. § 2. Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verð- ur í kunngerð heimilað at áseta nærri reglur og krøv um skjalprógvan, sum eru neyðug til at útinna hesa lóg. § 3. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 86 6. juni Løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar “om den offentlige sygeforsikring” Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Hendan løgtingslóg verður givin út sambært § 1 í “lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet p& Færøeme”: § L í ríkislóg nr. 573 frá 1969 fyri Føroyar “om den off- entlige sygeforsikring”, jbr. lógarkunngerð nr. 514 frá 21.07.1989 “om den offentlige sygeforsikring” við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broyting- ar: 1) Har tað ( lógini stendur “nydende medlemm- er” verður hetta broytt til: “limir”. 2) § 1 verður orðað soleiðis: ”§ 1. 011, ið lúka treytimar, ið em settar í § 5 í hesi lóg, hava rætt til veitingamar sambært hesi lóg.” 3) § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Teir limir av einum sjúkrakassa, ið hava rokkið tann í sjúkrakassans høvuðssamtykt ásetta aldur, velja eina umboðsnevnd, sum skal sita fyri 4 ár í senn. Umboðsnevndin verður vald innan nøkur geografisk øki, ið verða ásett í sjúkrakassans høvuðssamtykt. Nærri reglur fyri val av umboðsnevnd verða gjørdar eftir tilmæli frá Almannastovuni og aftaná samráðingar frammanundan millum Al- mannastovuna og Meginfelag sjúkrakassa Før- oya. f hesum reglum skal ásetast, at umboðs- nevndin verður samansett av 10-50 persónum sambært limatal sjúkrakassans, umframt teir til eina og hvørja tíð sitandi stýrislimir, ið eru sjálvsagdir limir av umboðsnevndini.” 4) § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. í høvuðssamtykt sjúkrakassans skulu verða reglur, sum tryggja limunum rætt til at velja eina hóskandi umboðan í nevnd sjúkra- kassans.” 5) § 4 verður orðað soleiðis: “§ 4. Fyri hvønn góðkendan sjúkrakassa skal vera ein uppískoytissamtykt, gjørd við grund- arlag í eini høvuðssamtykt, sum Almannastov- an hevur gjørt eftir at hava fingið ummæli frá Meginfelag Sjúkrakassa Føroya. Stk. 2. Høvuðssamtyktin skal fyri at hava gildi, góðkennast av landsstýrismanninum. Stk. 3. Uppískoytissamtyktir skulu fyri at hava

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.