Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 8

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 8
328 gildi, góðkennast av Almannastovuni.” 6) § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Einhvør persónur, ið er búsettur í Føroy- um ella mynstraður við føroyskum skipið, hevur skyldu til, í seinasta lagið, tá ið hann er fyltur 18 ár ella frá tí degi, hann verður skrá- settur í øki sjúkrakassans, at søkja um upptøku sum limur í sjúkrakassanum. Stk. 2. Hevur ein limur bøm, ið em undir 18 ár, hemndir fosturbøm, sum limurin hevur tik- ið til sín, eru hesi umfataði av tryggingini hjá liminum. Um sambúgvanđi foreldur hava sama tryggingarhátt, fevnir hesin eisini um bøm teirra undir 18 ár, ið em umfataði av trygging foreldranna. Um sambúgvandi for- eldur hava hvør sín tryggingarhátt, skal tilskil- ast, hvønn tryggingarhátt bøm teirra skulu koma undir. Um foreldrini ikki sambúgva, hevur bamið tann sama tryggingarhátt sum tað av foreldrunum, sum bamið býr saman við. Stk. 3. Frá tí degi ein persónur hevur søkt um upptøku í sjúkrakassanum, hevur hann rætt til veitingamar sambært hesi lóg.” 7) Sum nýggj § 6 verður sett: “§ 6. Við innliman í einum sjúkrakassa, kann fráboðast, um ein vil tryggjast sum A-limur ella B-limur. Persónar, ið ikki fráboða serstakt val av tryggingarhátti, verða at meta sum A- limir. Val av tryggingarhátti verður fráboðað sjúkrakassanum eina ferð um árið eftir nærri í høvuðssamtyktini ásettum reglum. Stk.2. Persónar, ið hava valt at verða tryggj- aðir sum A-limir, hava rætt til ókeypis lækna- hjálp, fskoyti til tannviðgerð og fysiurgiska viðgerð v.m. eftir reglunum í kap. III. Stk. 3. Persónar ið hava ynskt at verða tryggj- aðir sum B-limir, hava rætt til ískoyti frá sjúkrakassanum til lutvísan fulnað av útreiðsl- um til læknahjálp v.m. eftir reglunum í kap.III.” 8) Sum nýggj § 7 verður sett: “§ 7. Hóast ásetingina í § 6, stk. 2, kann ein persónur, ið hevur valt at verða B-limur, eftir nærri í høvuðssamtyktini ásettum reglum, gerast A-limur.” 9) §§ 8, 9 og 10 verða strikaðar. 10) § 11 verður orðað soleiðis: “§ 11. Til persónar ið eru fevndir av § 6, stk. 2, veitir sjúkrakassin ókeypis læknahjálp hjá alment praktiserandi lækna, jb. tó § 18. Stk. 2. Nærri reglur fyri veitan av læknahjálp eftir stk. 1, verða ásettar í høvuðssamtykt sjúkrakassans. I høvuðssamtyktini kunnu eis- ini ásetast avmarkingar í loyvinum til val av lækna, og avgerast at persónar, ið vilja nýta rættin til læknahjálp eftir stk. 1., skulu velja lækna fyri 1 ár í senn. Val av lækna skal frá- boðast sjúkrakassanum. Harafturat kann í høv- uðssamtyktini ásetast, at tað í serligum førum kann krevjast eftirlitsgjald fyri nýtslu av læknahjálp eftir stk. 1. Stk. 3. Til persónar ið eru fevndir av § 6, stk. 2, verður, eftir reglum ásettar í samtyktum sjúkrakassans, veitt ókeypis læknahjálp hjá serlækna eftir ávísing frá alment praktiserandi lækna, jb. tó § 18. Við viðgerð ella kanning, ið eftir ávísing frá alment praktiserandi lækna er veitt av serlækna, innan hvørs serfrøði ikki fmst nakar góðkendur sáttmáli við sjúkrakas- san, veitir sjúkrakassin ískoyti til lutvísan fulnað av útreiðsluni eftir reglum, ið verða ásettar í høvuðssamtykt sjúkrakassanna. Stk. 4. Til persónar, ið eru umfataðir av § 6, stk. 3, veitir sjúkrakassin ískoyti til lutvísan fulnað av útreiðslum til læknahjálp, íroknað serlæknahjálp. ískoytisupphæddin skal vera tann sama, sum tann ið sjúkrakassin skuldi havt goldið fyri tilsvarandi læknahjálp til ein persón, ið er fevndur av § 6, stk. 2. Møguligar avmarkingar í talinum av vitjanum, viðtalum ella viðgerðum fyri rokning sjúkrakassanna, eru somuleiðis galdanđi við veitan av ískoyti. Stk. 5. I teimum førum, har ein B-limur hevur fingið so umfatandi veitingar av læknahjálp, at tað má haldast at vera misnýtsla av rættinum til ískoyti sambært stk. 4, kann sjúkrakassin avgera, at viðkomandi, eisini uttan fyri tað í høvuðssamtykt sjúkrakassanna sambært § 6, stk. 1 ásettu freist, skal gerast A-limur og verða verandi A-limur í einum nærri ásettum tíðarskeiði. Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at sjúkrakassin rindar útreiðslur til neyð- ugan tolk í samband við læknahjálp eftir stk. 1-5.” 11) § 14 verður orðað soleiðis: “§ 14.1 sjúkrakassans samtyktum verða ásett- ar reglur um, hvørjir háttir av tanneftirlit og tannviðgerð sjúkrakassin veitir ískoyti til. í samtyktunum kunnu ásetast reglur um at veita hækkað ískoyti til limir, ið regluliga ganga til eftirlit við tonnunum. Stk. 2. Til persónar ið eru tryggjaðir sum A- limir, veitir sjúkrakassin ískoyti til tanneftirlit og tannviðgerð eftir nærri reglum ásettar í samtyktum sjúkrakassans. Stk. 3. Til persónar, ið eru tryggjaðir sum B- limir, veitir sjúkrakassin ískoyti við somu upp- hædd, ið hann skuldi havt rindað fyri eitt til- svarandi eftirlit ella eina tilsvarandi viðgerð av einum persóni, ið er fevndur av § 6, stk. 2.” 12) § 15 verður strikað. 13) § 16 verður orðað soleiðis: “§ 16. Eftir leiðbeinandi reglum ásettar av danska heilsustýrinum veitir Sjúkrakassin ískoyti til fysiurgiska viðgerð, eftir ávísing frá einum lækna til ein autoriseraðan fysiotera- peut. Iskoyti eftir hesari grein verður ikki veitt

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.