Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Side 8
328
gildi, góðkennast av Almannastovuni.”
6) § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Einhvør persónur, ið er búsettur í Føroy-
um ella mynstraður við føroyskum skipið,
hevur skyldu til, í seinasta lagið, tá ið hann er
fyltur 18 ár ella frá tí degi, hann verður skrá-
settur í øki sjúkrakassans, at søkja um upptøku
sum limur í sjúkrakassanum.
Stk. 2. Hevur ein limur bøm, ið em undir 18
ár, hemndir fosturbøm, sum limurin hevur tik-
ið til sín, eru hesi umfataði av tryggingini hjá
liminum. Um sambúgvanđi foreldur hava
sama tryggingarhátt, fevnir hesin eisini um
bøm teirra undir 18 ár, ið em umfataði av
trygging foreldranna. Um sambúgvandi for-
eldur hava hvør sín tryggingarhátt, skal tilskil-
ast, hvønn tryggingarhátt bøm teirra skulu
koma undir. Um foreldrini ikki sambúgva,
hevur bamið tann sama tryggingarhátt sum tað
av foreldrunum, sum bamið býr saman við.
Stk. 3. Frá tí degi ein persónur hevur søkt um
upptøku í sjúkrakassanum, hevur hann rætt til
veitingamar sambært hesi lóg.”
7) Sum nýggj § 6 verður sett:
“§ 6. Við innliman í einum sjúkrakassa, kann
fráboðast, um ein vil tryggjast sum A-limur
ella B-limur. Persónar, ið ikki fráboða serstakt
val av tryggingarhátti, verða at meta sum A-
limir. Val av tryggingarhátti verður fráboðað
sjúkrakassanum eina ferð um árið eftir nærri í
høvuðssamtyktini ásettum reglum.
Stk.2. Persónar, ið hava valt at verða tryggj-
aðir sum A-limir, hava rætt til ókeypis lækna-
hjálp, fskoyti til tannviðgerð og fysiurgiska
viðgerð v.m. eftir reglunum í kap. III.
Stk. 3. Persónar ið hava ynskt at verða tryggj-
aðir sum B-limir, hava rætt til ískoyti frá
sjúkrakassanum til lutvísan fulnað av útreiðsl-
um til læknahjálp v.m. eftir reglunum í
kap.III.”
8) Sum nýggj § 7 verður sett:
“§ 7. Hóast ásetingina í § 6, stk. 2, kann ein
persónur, ið hevur valt at verða B-limur, eftir
nærri í høvuðssamtyktini ásettum reglum,
gerast A-limur.”
9) §§ 8, 9 og 10 verða strikaðar.
10) § 11 verður orðað soleiðis:
“§ 11. Til persónar ið eru fevndir av § 6, stk.
2, veitir sjúkrakassin ókeypis læknahjálp hjá
alment praktiserandi lækna, jb. tó § 18.
Stk. 2. Nærri reglur fyri veitan av læknahjálp
eftir stk. 1, verða ásettar í høvuðssamtykt
sjúkrakassans. I høvuðssamtyktini kunnu eis-
ini ásetast avmarkingar í loyvinum til val av
lækna, og avgerast at persónar, ið vilja nýta
rættin til læknahjálp eftir stk. 1., skulu velja
lækna fyri 1 ár í senn. Val av lækna skal frá-
boðast sjúkrakassanum. Harafturat kann í høv-
uðssamtyktini ásetast, at tað í serligum førum
kann krevjast eftirlitsgjald fyri nýtslu av
læknahjálp eftir stk. 1.
Stk. 3. Til persónar ið eru fevndir av § 6, stk.
2, verður, eftir reglum ásettar í samtyktum
sjúkrakassans, veitt ókeypis læknahjálp hjá
serlækna eftir ávísing frá alment praktiserandi
lækna, jb. tó § 18. Við viðgerð ella kanning, ið
eftir ávísing frá alment praktiserandi lækna er
veitt av serlækna, innan hvørs serfrøði ikki
fmst nakar góðkendur sáttmáli við sjúkrakas-
san, veitir sjúkrakassin ískoyti til lutvísan
fulnað av útreiðsluni eftir reglum, ið verða
ásettar í høvuðssamtykt sjúkrakassanna.
Stk. 4. Til persónar, ið eru umfataðir av § 6,
stk. 3, veitir sjúkrakassin ískoyti til lutvísan
fulnað av útreiðslum til læknahjálp, íroknað
serlæknahjálp. ískoytisupphæddin skal vera
tann sama, sum tann ið sjúkrakassin skuldi
havt goldið fyri tilsvarandi læknahjálp til ein
persón, ið er fevndur av § 6, stk. 2. Møguligar
avmarkingar í talinum av vitjanum, viðtalum
ella viðgerðum fyri rokning sjúkrakassanna,
eru somuleiðis galdanđi við veitan av ískoyti.
Stk. 5. I teimum førum, har ein B-limur hevur
fingið so umfatandi veitingar av læknahjálp, at
tað má haldast at vera misnýtsla av rættinum
til ískoyti sambært stk. 4, kann sjúkrakassin
avgera, at viðkomandi, eisini uttan fyri tað í
høvuðssamtykt sjúkrakassanna sambært § 6,
stk. 1 ásettu freist, skal gerast A-limur og
verða verandi A-limur í einum nærri ásettum
tíðarskeiði.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur
um, at sjúkrakassin rindar útreiðslur til neyð-
ugan tolk í samband við læknahjálp eftir stk.
1-5.”
11) § 14 verður orðað soleiðis:
“§ 14.1 sjúkrakassans samtyktum verða ásett-
ar reglur um, hvørjir háttir av tanneftirlit og
tannviðgerð sjúkrakassin veitir ískoyti til. í
samtyktunum kunnu ásetast reglur um at veita
hækkað ískoyti til limir, ið regluliga ganga til
eftirlit við tonnunum.
Stk. 2. Til persónar ið eru tryggjaðir sum A-
limir, veitir sjúkrakassin ískoyti til tanneftirlit
og tannviðgerð eftir nærri reglum ásettar í
samtyktum sjúkrakassans.
Stk. 3. Til persónar, ið eru tryggjaðir sum B-
limir, veitir sjúkrakassin ískoyti við somu upp-
hædd, ið hann skuldi havt rindað fyri eitt til-
svarandi eftirlit ella eina tilsvarandi viðgerð av
einum persóni, ið er fevndur av § 6, stk. 2.”
12) § 15 verður strikað.
13) § 16 verður orðað soleiðis:
“§ 16. Eftir leiðbeinandi reglum ásettar av
danska heilsustýrinum veitir Sjúkrakassin
ískoyti til fysiurgiska viðgerð, eftir ávísing frá
einum lækna til ein autoriseraðan fysiotera-
peut. Iskoyti eftir hesari grein verður ikki veitt