Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 9

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 9
329 til viðgerð á almennum sjúkrahúsum ella á tílíkum privatum sjúkrahúsum og klinikkum, sum taka ímóti sjúklingum til fysiurgiska við- gerð eftir sáttmála við almenn sjúkrahús. Landsstýrismaðurin kann avgera, at ískoytið eisini verður veitt til aðra viðgerð, sum verður gjørd eftir ávfsing frá lækna. Iskoyti verður veitt til kiropraktiska viðgerð hjá kiropraktori, sjálvt um eingin ávísing frá einum lækna er til. Stk. 2. Til persónar, ið eru tryggjaðir sum A- limir, veitir sjúkrakassin ískoyti til omanfyrin- evndu viðgerð eftir nærri reglum ásettar í sam- tyktum sjúkrakassanna. Stk. 3. Til persónar, ið eru tryggjaðir sum B- limir, veitir sjúkrakassin ískoyti við somu upp- hædd, ið hann skuldi havt rindað fyri eitt til- svarandi eftirlit ella eina tilsvarandi viðgerð av einum persóni, ið er fevndur av § 6, stk. 2.” 14) Sum nýggj § 16 A verður sett: “§ 16 A. Harafturat kann í samtyktum sjúkra- kassanna ásetast, at ískoyti verður veitt til lim- ir og bøm teirra til rindan av brillum, minni bandagum og øðrum hjálpartólum.” 15) § 17 verður orðað soleiðis: “§ 17. Sjúkrakassin veitir læknahjálp við bamsburð sambært § 11.” 16) § 18 verður orðað soleiðis: “§ 18. Sáttmálar millum viðurkendar sjúkrak- assar ella meginfeløg av slíkum sjúkrakassum og læknar, tannlæknar ella onnur um treytimar fyri veiting av tí hjálp, sjúkrakassin eftir kap III gevur sínum limum at ráða yvir, og broytingar í slíkum sáttmálum, skulu fyri at hava gildi verða góðkendir av landsstýris- manninum, sum serliga skal ansa eftir, at tey í sáttmálanum ásettu gjøld em í rímiligt sam- svar við veitingamar. Stk. 2. Um so er at góðkenning av sáttmála millum sjúkrakassar og læknar um veiting av teirri í § 11 nevndu læknahjálp til limir ikki verður givin, hevur viðkomandi sjúkrakassi ikki rætt at veita læknahjálp eftir nærri áset- ingum, men skal eftir nærri avgerð landsstýr- ismansins móti vísan av útgreinaðaum og kvittaðum rokningum frá læknanum aftur- gjalda limunum ein neyvari ásettan lut av út- reiðslum limanna. Sama er galdandi, um so er at sáttmáli um veitan av nevndu læknahjálp ikki er, tó at Føroya landsstýri - aftaná at hava fingið váttan frá tí í § 33 nevnda semings- og gerðardómsnevnd - kann áleggja viðkomandi sjúkrakassa at veita læknahjálp.” 17) § 19, stk. 3 verður strikað. 18) § 20, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Við deyða skal sjúkrakassin veita jarðarferð- arhjálp til limir, íroknað hvílandi limir. Jarðar- ferðarhjálpin er 3.500,00 kr., ið skulu reguler- ast hvønn 1. juli, um prístalið gevur 100,00 kr. meira enn seinastu regulering.” 19) í § 20, stk. 2 verður aldursmarkið “16 ár“ broytt til: “18 ár”. 20) I § 22, stk. 1 verður orðið “jordemødre” strik- að. 21) § 23, stk. 2 verður strikað. 22) § 23, stk. 3 og 4 verða hereftir stk. 2 og 3. 23) § 24 verður strikað. 24) § 25, stk. 2, verður strikað. 25) § 25, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Rindar ein limur ikki limagjald innan tað í høvuðssamtykt sjúkrakassans ásettu freist, sendir Sjúkrakassin Føroya Gjaldsstovu kravið til innheintingar. Tá ið kravið verður sent gjaldstovuni til innheintingar, yvirtekur landskassin fyri eina upphædd, ið svarar til skyldugt gjald, rættin hjá skuldara til avlops- skatt, negativt mvg og onnur útgjøld úr lands- kassanum. Føroya Gjaldsstova pantar eftir reglunum um innkrevjing av skattum og av- gjøldum. Lønareftirhald fer fram á sama hátt, sum lønareftirhald eftir § 136, stk. 1 í skatta- lógini.” 26) í § 25, stk. 4, verður sett aftaná seinasta punkt- um: “Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi.” 27) f § 26 verður “nydende eller bidragydende sygekassemedlem” broytt til: “sjúkrakassalim- ur”. 28) f § 27, stk. 2, nr. 1, 2 og 3 verður “gruppe A” broytt til: “A- og B-limir”. 29) í § 27, stk. 2, nr. 2 verður “§ 11, stk. 2” broytt til: “§ ll.stk. 3”. 30) §31,2. punktum verður strikað. 31) § 37, stk. 3, verður strikað. 32) § 39, stk. 1 verður orðað soleiðis: “í teimum førum, har ein góðkendur sjúkra- kassi heldur uppat ella har góðkenning sjúkra- kassans dettur burtur, avger landsstýrismaður- in í hvørjum sjúkrakassa teir eftirstandandi limimir kunnu søkja um upptøku.” 33) Sum nýggj § 39 A verður sett: “§ 39 A. Skipanin rindar fyri meirútreiðslur, ið standast av hesari lógarbroyting.” 34) § 41 a. verður strikað. §2. Henda lóg fær gildi 1. juli 1997. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.