Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 10

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 10
330 Nr. 87 6. juni Løgtingslóg um heilsusystratænastuna Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Henda lóg um heilsusystrar er givin út sambært § 1 í “lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæ- senet pá Færøeme”. § 2. Heilsusystramar em sum starvsbólkur ein partur av heimarøktini. § 3. Heilsusystrar geva ókeypis heilsufremjandi veg- leiðing og stuðul viðvíkjandi heilsustøðuni hjá bør- num, sum em undir undirvísingarásetta aldrinum og sum ikki ganga í skúla ella forskúla. Stk. 2. Ókeypis vegleiðing og stuðul, sum nevnd er í stk. 1, kann eisini veitast øðmm persónum, sum hava tørv á tí. Stk. 3. Tænastustøðið skal verða eins kring alt lan- dið. § 4. Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetir nærri reglur fyri heilsusystraskipanina. Stk. 2. Leiðbeinandi reglur fyri, hvussu heilsusystra- skipanin verður løgd til rættis og útint, verða ásettar av danska heilsustýrinum. Kunngerðir, sum settar em í gildi við heimild í lógini, sum fer úr gildi, hava framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari kunngerð. § 5. Danska heilsustýrið kann áseta reglur viðvíkj- andi frágreiðingarskyldu um virksemið sambært hesi lóg. § 6. Útreiðslur í sambandi við skipanina í hesi lóg, verða goldnar sambært løgtingslóg um býti av al- mannaútreiðslum. § 7. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kongilig fyri- skipan nr. 15 frá 16. januar 1981 “om ikrafttræden pá Færøeme af lov om sundhedsplejerskeordninger” við seinni broytingum. Kunngerðir, sum settar em í gildi við heimild í lógini, sum fer úr gildi, hava framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari kunngerð. Kunngerðir sum settar em í gildi við heimild í lógini sum fer úr gildi, hava framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari kunngerð. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 88 Løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna 6. juni Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Hendan lóg um heimasjúkrasystrar er givin út sambært § 1 í “lov nr. 316 af 17 maj 1995 om Sund- hedsvæsenet pá Færøeme”: § 2. Heimasjúkrasystramar em sum starvsbólkur ein partur av heimarøktini. Røktin verður veitt uttan kostnað fyri brúkaran. § 3. Til hvørt geografiskt øki verða knýttar ein ella fleiri heimasjúkrasystrar. Tó kunnu tvey ella fleiri øki verða í felag um eina heimasjúkrasystir, um um- støðumar tala fyri tí. § 4. Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetir nærri reglur fyri heimasjúkrasystraskipanina. Stk. 2. Vegleiðing fyri hvussu heimasjúkrasystra- skipanin verður løgd til rættis og útint, verður ásett av danska heilsustýrinum. § 5. Danska heilsustýrið kann áseta reglur við- víkjandi frágreiðingarskyldu um virksemið sambært hesi lóg. § 6. Útreiðslumar í samband við skipanina í hesi lóg verða goldnar sambært løgtingslóg um býtið av al- mannaútreiðslum.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.