Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Qupperneq 10
330
Nr. 87
6. juni
Løgtingslóg
um
heilsusystratænastuna
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Henda lóg um heilsusystrar er givin út sambært
§ 1 í “lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæ-
senet pá Færøeme”.
§ 2. Heilsusystramar em sum starvsbólkur ein partur
av heimarøktini.
§ 3. Heilsusystrar geva ókeypis heilsufremjandi veg-
leiðing og stuðul viðvíkjandi heilsustøðuni hjá bør-
num, sum em undir undirvísingarásetta aldrinum og
sum ikki ganga í skúla ella forskúla.
Stk. 2. Ókeypis vegleiðing og stuðul, sum nevnd er í
stk. 1, kann eisini veitast øðmm persónum, sum
hava tørv á tí.
Stk. 3. Tænastustøðið skal verða eins kring alt lan-
dið.
§ 4. Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetir
nærri reglur fyri heilsusystraskipanina.
Stk. 2. Leiðbeinandi reglur fyri, hvussu heilsusystra-
skipanin verður løgd til rættis og útint, verða ásettar
av danska heilsustýrinum. Kunngerðir, sum settar
em í gildi við heimild í lógini, sum fer úr gildi, hava
framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari
kunngerð.
§ 5. Danska heilsustýrið kann áseta reglur viðvíkj-
andi frágreiðingarskyldu um virksemið sambært
hesi lóg.
§ 6. Útreiðslur í sambandi við skipanina í hesi lóg,
verða goldnar sambært løgtingslóg um býti av al-
mannaútreiðslum.
§ 7. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon
er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kongilig fyri-
skipan nr. 15 frá 16. januar 1981 “om ikrafttræden
pá Færøeme af lov om sundhedsplejerskeordninger”
við seinni broytingum. Kunngerðir, sum settar em í
gildi við heimild í lógini, sum fer úr gildi, hava
framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari
kunngerð. Kunngerðir sum settar em í gildi við
heimild í lógini sum fer úr gildi, hava framvegis
gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari kunngerð.
Tórshavn, 6. juni 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
Nr. 88
Løgtingslóg
um
heimasjúkrasystratænastuna
6. juni
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Hendan lóg um heimasjúkrasystrar er givin út
sambært § 1 í “lov nr. 316 af 17 maj 1995 om Sund-
hedsvæsenet pá Færøeme”:
§ 2. Heimasjúkrasystramar em sum starvsbólkur ein
partur av heimarøktini. Røktin verður veitt uttan
kostnað fyri brúkaran.
§ 3. Til hvørt geografiskt øki verða knýttar ein ella
fleiri heimasjúkrasystrar. Tó kunnu tvey ella fleiri
øki verða í felag um eina heimasjúkrasystir, um um-
støðumar tala fyri tí.
§ 4. Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetir
nærri reglur fyri heimasjúkrasystraskipanina.
Stk. 2. Vegleiðing fyri hvussu heimasjúkrasystra-
skipanin verður løgd til rættis og útint, verður ásett
av danska heilsustýrinum.
§ 5. Danska heilsustýrið kann áseta reglur við-
víkjandi frágreiðingarskyldu um virksemið sambært
hesi lóg.
§ 6. Útreiðslumar í samband við skipanina í hesi lóg
verða goldnar sambært løgtingslóg um býtið av al-
mannaútreiðslum.