Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Síða 11

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Síða 11
 331 § 7. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kongalig fyri- skipan nr. 14 frá 16. januar 1981 “om ikrafttræden pá Færøeme af lov om hjemmesygeplejerskeordnin- ger” við seinni broytingum. Kunngerðir, sum settar em í gildi við heimild í lógini, sum fer úr gildi, hava framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari kunngerð. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 89 6. juni Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Si f løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um lands- skatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: í § 29 verður eftir nr. 18 sett inn sum nýtt nummar: “Nr. 19) Stuðul, sambært løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum, løgtings- lóg um stuðul til uppihaldspening, løgtingslóg um stuðul til arbeiðsmarknaðargjøld, løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald, og løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.”. §2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.