Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 12

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 12
332 Nr. 90 Løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening 6. juni Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur: 1) persónur, sum av tí almenna er álagdur at gjalda uppihaldspening til hjúnarfelaga, skildan ella sund- urlisnan. og 2) persónur sum av tí almenna er álagdur at gjalda uppihaldspening til bøm yngri enn 18 ár, og sum ikki búgva hjá uppihaldsskylduga. Stk. 2. Stuðulin er treytaður av, at umsøkjarin er undir fullari skattskyldu og búsitandi í Føroyum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reg- lur um fyrisitingina av hesi lóg. § 2. Tann árliga stuðulsupphæddin verður 50% av tí uppihaldspeningi, sum persóni er álagt at gjalda, og sum hann hevur goldið. Stk. 2. Landskassin rindar stuðulin til uppihaldspen- ing. Stk. 3. Stuðulin verður útgoldin seinast í juni og seinast í desember mánaði. Stk. 4. Stuðulin verður útgoldin á konto í peninga- stovni. § 3. Stuðul verður bert veittur eftir umsókn. Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum neyðug em fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til stuðul. § 4. Um ein persónur fær ella hevur fingið endur- gjald á annan hátt fyri útreiðslur til uppihaldspen- ing, hevur hesin persónur samtíðis ikki rætt til stuð- ul eftir hesi lóg. § 5. Rætturin til stuðul kann ikki verða fyri rættar- sókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi. § 6. Avgerðir, tiknar sambært hesi lóg, kunnu kærast til landsstýrismannin. Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg gald- andi. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 kann leggjast til eina kærunevnd § 7. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 91 ó.juni Løgtingslóg um stuðul til arbeiðsmarknaðargjøld Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur hvør persón- ur, sum er undir fullari skattskyldu í Føroyum, hevur lønarinntøku fyri tænastu umborð á donskum fiski- fari, og hevur útreiðslur til arbeiðsmarknaðargjald. § 2. Stuðul verður veittur við eini upphædd, sum svarar til tað í Danmark goldna arbeiðsmarknaðar- gjaldið av tí nevndu inntøkuni. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg. § 3. Landskassin rindar stuðulin. Stk. 2. Stuðulin verður útgoldin seinast í mai og seinast í november mánaði. Stk. 3. Stuðulin verður útgoldin á konto í peninga- stovni.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.