Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Side 13
333
§ 4. Stuðul verður bert veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Ein treyt fyri at fáa stuðul eftir hesi lóg er, at
borgarin skjalprógvar, at hann hevur goldið arbeiðs-
marknaðargjaldið.
Stk. 3. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt
verður um stuðul.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um
krøv til skjalprógv, sum neyðug eru fyri at støða
kann takast til, um ein persónur hevur rætt til stuðul.
§ 5. Um ein persónur fær endurgjald á annan hátt
fyri arbeiðsmarknaðargjaldið, hevur hesin persónur
samtíðis ikki rætt til stuðul eftir hesi lóg.
§ 6. Rætturin til stuðul eftir hesi lóg kann ikki
verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Av-
tala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.
§ 7. Avgerðir tiknar sambært hesi lóg kunnu kærast
til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin
hevur fmgið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá
kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg gald-
andi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin
hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 kann leggjast til
eina kærunevnd.
§ 8. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997.
Tórshavn, 6. juni 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
Nr. 92 6. juni
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§1.
f løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meir-
virðisgjald við seinni broytingum verður gjørd
henda broyting:
§ 12, stk. 1, litra k, verður orðað soleiðis:
“k. Fiskireiðskapur til skip sum eru yvir 20 GT, og
tey sum eru undir 20 GT, ið hava “Veiðiloyvi A”.
Fiskireiðskapur, sjóklæðir, agn, ísur, olja, proviant-
ur, salt og pakkitilfar til fiskifør, sum reka vinnulig-
an fiskiskap.”
§2.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd.
Tórshavn, 6. juni 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður