Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 13

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 13
333 § 4. Stuðul verður bert veittur eftir umsókn. Stk. 2. Ein treyt fyri at fáa stuðul eftir hesi lóg er, at borgarin skjalprógvar, at hann hevur goldið arbeiðs- marknaðargjaldið. Stk. 3. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum neyðug eru fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til stuðul. § 5. Um ein persónur fær endurgjald á annan hátt fyri arbeiðsmarknaðargjaldið, hevur hesin persónur samtíðis ikki rætt til stuðul eftir hesi lóg. § 6. Rætturin til stuðul eftir hesi lóg kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Av- tala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi. § 7. Avgerðir tiknar sambært hesi lóg kunnu kærast til landsstýrismannin. Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fmgið fráboðan um avgerðina. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg gald- andi. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 kann leggjast til eina kærunevnd. § 8. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 92 6. juni Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1. f løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meir- virðisgjald við seinni broytingum verður gjørd henda broyting: § 12, stk. 1, litra k, verður orðað soleiðis: “k. Fiskireiðskapur til skip sum eru yvir 20 GT, og tey sum eru undir 20 GT, ið hava “Veiðiloyvi A”. Fiskireiðskapur, sjóklæðir, agn, ísur, olja, proviant- ur, salt og pakkitilfar til fiskifør, sum reka vinnulig- an fiskiskap.” §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.