Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 14
334
Nr. 93 6. juni
Løgtingslóg
um
stuðul til ferðaútreiðslur
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur hvør pers-
ónur, sum er undir fullari skattskyldu, er búsitandi í
Føroyum, hevur lønarinntøku, herundir fiski- og út-
róðrarpart, og hevur útreiðslur í samband við ferð-
ing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum.
§ 2. Stuðul verður veittur við eini upphædd, svaran-
di til helvtina av ferðakostnaðinum við almenna
ferðasambandinum á hægsta avsláttarstigi og sum
verður grundað á vanligu ferðaleiðina millum bú-
stað og arbeiðspláss, eftir einum kilometurtaksti,
sum verður ásettur av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Stuðul kann tó bert veitast fyri tann partin av
ferðaleiðini, sum aftur og ffam pr. arbeiðsdag er lon-
gri enn 15 kilometrar.
Stk. 3. Fyri ferðing sjóvegis millum bústað og ar-
beiðsstað verður stuðul loyvdur svarandi til helvtina
av ferðakostnaðinum við almenna ferðasambandin-
um á hægsta avsláttarstigi fyri persón uttan flutning-
stól.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur
um fyrisitingina av hesi lóg.
§ 3. Landskassin rindar ferðastuðulin.
Stk. 2. Ferðastuðulin verður útgoldin seinast í juli
og seinast í januar mánaði, tó fyrstu ferð í juli 1997.
Stk. 3. Ferðastuðulin verður útgoldin á konto í pen-
ingastovni.
§ 4. Ferðastuðul verður bert veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt
verður um ferðastuðul.
Stk. 3. Landsstýrið ásetur nærri reglur um krøv til
skjalprógv, sum neyðug eru fyri at støða kann takast
til, um ein persónur hevur rætt til ferðastuðul.
§ 5. Um ein persónur fær endurgjald á annan hátt
fyri ferðaútreiðslur, hevur hesin persónur samtíðis
ikki rætt til ferðastuðul eftir hesi lóg.
§ 6. Rætturin til ferðastuðul kann ikki verða fyri
rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um
transport er útgjaldaranum óviðkomandi.
§ 7. Avgerðir, tiknar sambært hesi lóg, kunnu kærast
til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin
hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá
kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg gald-
andi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin
hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 kann leggjast til
eina kærunevnd.
§ 8. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum
1997.
Tórshavn, 6. juni 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
Nr.94
6. juni
Løgtingslóg
um
avtøku av landskassagrunnum
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Niðanfyri nevndu grunnar í landskassarokn-
skapinum verða avtiknir, og saldoin verður flutt til
kapitalkonto landskassans. Ognir grunnanna, írokn-
að útlán hjá grunnunum, verður ogn landskassans.
Landskassin yvirtekur tær skyldur, ið áliggja teim
avtiknu grunnunum. Tó verða ogn og skuld hjá
grunninum “Jarðarbøkur o.a.” flutt Mentunargrunn-
inum og ogn og skuld hjá grunninum “Útgáva av
Føroysk-Donsku Orðabókini” flutt sjálvstøðuga
grunninum “Orðabókagrunnurin”.
Grunnamir, ið verða avtiknir, em: