Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Qupperneq 14

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Qupperneq 14
334 Nr. 93 6. juni Løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur hvør pers- ónur, sum er undir fullari skattskyldu, er búsitandi í Føroyum, hevur lønarinntøku, herundir fiski- og út- róðrarpart, og hevur útreiðslur í samband við ferð- ing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum. § 2. Stuðul verður veittur við eini upphædd, svaran- di til helvtina av ferðakostnaðinum við almenna ferðasambandinum á hægsta avsláttarstigi og sum verður grundað á vanligu ferðaleiðina millum bú- stað og arbeiðspláss, eftir einum kilometurtaksti, sum verður ásettur av landsstýrismanninum. Stk. 2. Stuðul kann tó bert veitast fyri tann partin av ferðaleiðini, sum aftur og ffam pr. arbeiðsdag er lon- gri enn 15 kilometrar. Stk. 3. Fyri ferðing sjóvegis millum bústað og ar- beiðsstað verður stuðul loyvdur svarandi til helvtina av ferðakostnaðinum við almenna ferðasambandin- um á hægsta avsláttarstigi fyri persón uttan flutning- stól. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg. § 3. Landskassin rindar ferðastuðulin. Stk. 2. Ferðastuðulin verður útgoldin seinast í juli og seinast í januar mánaði, tó fyrstu ferð í juli 1997. Stk. 3. Ferðastuðulin verður útgoldin á konto í pen- ingastovni. § 4. Ferðastuðul verður bert veittur eftir umsókn. Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um ferðastuðul. Stk. 3. Landsstýrið ásetur nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum neyðug eru fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til ferðastuðul. § 5. Um ein persónur fær endurgjald á annan hátt fyri ferðaútreiðslur, hevur hesin persónur samtíðis ikki rætt til ferðastuðul eftir hesi lóg. § 6. Rætturin til ferðastuðul kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi. § 7. Avgerðir, tiknar sambært hesi lóg, kunnu kærast til landsstýrismannin. Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg gald- andi. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 kann leggjast til eina kærunevnd. § 8. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr.94 6. juni Løgtingslóg um avtøku av landskassagrunnum Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Niðanfyri nevndu grunnar í landskassarokn- skapinum verða avtiknir, og saldoin verður flutt til kapitalkonto landskassans. Ognir grunnanna, írokn- að útlán hjá grunnunum, verður ogn landskassans. Landskassin yvirtekur tær skyldur, ið áliggja teim avtiknu grunnunum. Tó verða ogn og skuld hjá grunninum “Jarðarbøkur o.a.” flutt Mentunargrunn- inum og ogn og skuld hjá grunninum “Útgáva av Føroysk-Donsku Orðabókini” flutt sjálvstøðuga grunninum “Orðabókagrunnurin”. Grunnamir, ið verða avtiknir, em:

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.