Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Qupperneq 15

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Qupperneq 15
335 Intemir gmnnar: 1. Gmnnur til nýtt havransóknarskip 2. Gmnnur til nýggj sjónleikarhús 3. Byggigrunnur strandferðslumar 4. Gmnnur til yvirtøku av sermálum 5. Gmnnur Studningur til lærlingar 6. Gmnnur SU lærlingar 7. Gmnnur til nýtt vaktarskip 8. Bygging av Heilsufrøðiligari Starvsstovu 9. Bygging av skjalasavni 10. Gmnnur til kirkju í Keypmannahavn 11. Útbúgvingargmnnurin. Ekstemir gmnnar: 12. Útgáva av Føroysk-Donsku orðabókini 13. Jarðarbøkur o.a. 14. Menningarhjálp 15. Trygdargmnnur Alivinnunnar § 2. í løgtingslóg nr. 33 frá 27. mars 1992 um av- tøku av landskassagrunnum verður § 3, nr. 5, 8, 10 og 11 avtikin. § 3. Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1997. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 95 6. juni Løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur giftur pers- ónur, sum er búsitandi í Føroyum, er undir fullari skattskyldu, sum flytur í aðra kommunu í Føroyum at arbeiða, og sum hevur útreiðslur í samband við dupult húsarhald í Føroyum. § 2. Ein ávísur mánaðarligur stuðul verður veittur til leigu av høli og ein ávísur stuðul um dagin til kost. Stk. 2. Stuðul verður bert veittur fyri útreiðslur sum fara upp um eina ávísa minstuupphædd. Stk. 3. Stuðulsupphæddir og minstauppædd verður ásett av landsstýrinum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg. § 3. Landskassin rindar stuðulin til dupult húsarhald. Stk. 2. Stuðulin til dupult húsarhald verður útgoldin seinast í juli og seinast í januar mánaði, tó fyrstu ferð í juli 1997. Stk. 3. Stuðulin til dupult húsarhald verður útgoldin á konto í peningastovni. § 4. Stuðul til dupult húsarhald verður bert veittur eftir umsókn. Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um stuðul til dupult húsarhald. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum neyðug eru fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til stuðul til dupult húsarhald. § 5. Um ein persónur fær endurgjald á annan hátt fyri útreiðslur í samband við dupult húsarhald, hev- ur hesin persónur samtíðis ikki rætt til stuðul eftir hesi lóg. § 6. Rætturin til stuðul til dupult húsarhald kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi. § 7. Avgerðir, tiknar sambært hesi lóg, kunnu kærast til landsstýrismannin. Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg gald- andi. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 kann leggjast til eina kærunevnd. § 8. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997. Tórshavn, 6. juni 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.