Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 16
336
Nr. 96 6. juni
Løgtingslóg
um
stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Stuðul eftir hesi lóg verður veittur fyri túrar, ið
vara minst 30 dagar.
Stk. 2. Stuðulin er treytaður av, at umsøkjarin er
undir fullari skattskyldu og búsitandi í Føroyum.
§ 2. Eru treytimar í § 1 loknar verður stuðul givin
fyri allar teir dagar, sum túmrin varar, íroknað
fráfaringardag og komudag. Verður farið umborð
uttanlanda, verða teir dagar lagdir afturat, sum ferð-
in varar, tó hægst 2 dagar hvønn vegin.
Stk.2. Landsstýrið kann áseta neyvari reglur um fyri-
sitingina av hesi lóg.
§ 3. Landið rindar telefonstuðulin.
Stk. 2. Stuðulin er 17,50 krónur um dagin.
Stk. 3. Telefonstuðulin verður útgoldin seinast í juni
og seinast í desember mánaði.
Stk. 4. Telefonstuðulin verður útgoldin á konto í
peningastovni.
§ 4. Telefonstuðul verður bert Veittur eftir umsókn.
Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt
verður um telefonstuðui.
Stk. 3. Landsstýrið ásetur nærri reglur um krøv til
skjalprógv, sum neyðug em fyri at støða kann takast
til, um ein persónur hevur rætt til telefonstuðul.
Stk. 4. Fyri túrar við føroyskum fiskiskipum fær
Lønjavningargmnnurin upplýsingar frá Føroya
Fiskimannafelag um dagatalið, sum gevur rætt til
telefonstuðul. Aðrir skattaborgarar mugu senda
skjalprógv fyri dagatalið.
§ 5. Um ein persónur fær endurgjald á annan hátt
fyri telefonútreiðslur av hesum slag, hevur hesin
persónur samtíðis ikki rætt til telefonstuðul eftir
hesi lóg.
§ 6. Rætturin til telefonstuðul kann ikki verða fyri
rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um
transport er útgjaldaranum óviðkomandi.
§ 7. Avgerðir, tiknar sambært hesi lóg, kunnu kærast
til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin
hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá
kærafreistini, tá ið serlig viðurskifti gera seg galdan-
di.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin
hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 kann leggjast til
eina kæmnevnd.
§ 8. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997.
Tórshavn, 6. juni 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
Nr. 97 6. juni
Løgtingslóg
um
avtøku av løgtingslóg um valuta og prísir
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Løgtingslóg nr. 25 frá 24. apríl 1952 um valuta § 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er
og prísir verður sett úr gildi. kunngjørd.
Tórshavn, 6. juni 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður