Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 19

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 19
339 Nr. 101 ll.juni Kunngerð um skjalprógv, tá søkt verður um rentustuðul Við heimild í § 7, stk. 3 í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, verður fyrisett: § 1. Rentustuðul verður bert veittur eftir umsókn. Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um rentustuðul. § 2. Tá ið søkt verður um stuðul, skal umsøkjarin geva upp navn, bústað og persóntal. Stk. 2. Umsøkjarin skal í umsóknini geva nærri fráreiðing um, hvat slag av láni talan er um, herund- ir um talan er um hækking ella umlegging av ver- andi láni. Stk. 3. f umsóknini skulu hesir upplýsingar gevast viðvíkjandi láninum: 1) upprunaliga støddin á láninum, 2) nær lánið er stovnað, 3) nær ein er byrjaður at afturgjalda lánið, 4) nær síðsti avdráttur av láninum verður goldin, 5) hvat slag av láni talan er um, og 6) kontonummar í peningastovni. § 3. Er talan um útlendskt lán, skulu harumframt hesir upplýsingar gevast: 1) tilskrivað renta síðsta ár, herundir samansavnað renta, um talan er um lestrarlán, 2) saldo á láninum við árslok síðsta ár, 3) slag av láni, og 4) mett renta fyri árið § 4. Tá ið søkt verður um rentustuðul, skal skjal- prógvan fylgja við. Stk. 2. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 1 í rent- ustuðulslógini, er talan um váttan fyri, nær lánið er tikið. Stk. 3. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 2, litra a í rentustuðulslógini, sannan av matr. nr. Stk. 4. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 2, litra b í rentustuðulslógini, er talan um gjaldsavtaluna. Stk. 5. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 2, litra c í rentustuðulslógini, er talan um: 1) borganarskjal ella líknandi skjalprógvan, 2) váttan um, at kravið er gjørt galdandi mótvegis borgsmanninum, 3) váttan um, at kravið er goldið, og 4) váttan um, at tap er staðfest. § 5. Hvat upplýsingarskylduni annars viðvíkur, eru reglumar í § 9 í rentustuðulslógini tilsvarandi gal- dandi. § 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjar-og búskapardeildin, ll.juni 1997 Anfinn Kallsberg (sign.) landsstýrismaður / Kári Petersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.