Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 20

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Page 20
Nr. 102 11. juni Kunngerð um at rokna sum A-inntøku, pening, ið verður vunnin við avreiðing í Føroyum av fiski og úrdráttum frá fiskivinnuni v.m. Við heimild í § 60, stk. 2 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinri broytingum, verður fyrisett: § 1. Peningur, ið verður goldin persónum í samband við avreiðing í Føroyum av fiski og úrdráttum ffá fiskivinnuni, er A-inntøka. § 2. Fyri úrdrátt frá ftskivinnuni er m.a. at rokna livur, rogn, fløk, ferskur, saltaður, ræstur og turrur fiskur, ferskar og saltaðar lippur og kjálkar, kræk- lingur, øða. hummari og tílík skeljadjór, knettir og frikadellir. § 3. Ásetingamar í § 1 eru ikki galdandi, tá keypt verður frá persóni, sum er MVG-skrásettur. § 4. Ásetingamar í § 1 em galdandi fyri øll, sum keypa teir í § 2 nevndu úrdráttir ella fisk at selja víð- ari ógóðskaðan ella sum góðskaða vøm. § 5. Tá goldið verður fyri vømna, em reglumar í § 63 í skattalógini galdandi. § 6. Brot á ásetingamar í hesi kunngerð verða revsað eftir reglunum í §§ 141 og 142 í skattalógini. § 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri inntøkur við avreiðingar av fiski og úrdráttum frá fiskivinnuni v.m. vunnar frá og við hesum degi. Fíggjar-og búskapardeildin, ll.juni 1997 Anfinn Kallsberg (sign.) landsstýrismaður / Kári Petersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.