Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Blaðsíða 20
Nr. 102
11. juni
Kunngerð
um
at rokna sum A-inntøku, pening, ið verður vunnin við avreiðing í Føroyum av fiski og úrdráttum
frá fiskivinnuni v.m.
Við heimild í § 60, stk. 2 í løgtingslóg nr. 86 frá 1.
september 1983 um landsskatt og kommunuskatt
við seinri broytingum, verður fyrisett:
§ 1. Peningur, ið verður goldin persónum í samband
við avreiðing í Føroyum av fiski og úrdráttum ffá
fiskivinnuni, er A-inntøka.
§ 2. Fyri úrdrátt frá ftskivinnuni er m.a. at rokna
livur, rogn, fløk, ferskur, saltaður, ræstur og turrur
fiskur, ferskar og saltaðar lippur og kjálkar, kræk-
lingur, øða. hummari og tílík skeljadjór, knettir og
frikadellir.
§ 3. Ásetingamar í § 1 eru ikki galdandi, tá keypt
verður frá persóni, sum er MVG-skrásettur.
§ 4. Ásetingamar í § 1 em galdandi fyri øll, sum
keypa teir í § 2 nevndu úrdráttir ella fisk at selja víð-
ari ógóðskaðan ella sum góðskaða vøm.
§ 5. Tá goldið verður fyri vømna, em reglumar í §
63 í skattalógini galdandi.
§ 6. Brot á ásetingamar í hesi kunngerð verða revsað
eftir reglunum í §§ 141 og 142 í skattalógini.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd, og er galdandi fyri inntøkur við
avreiðingar av fiski og úrdráttum frá fiskivinnuni
v.m. vunnar frá og við hesum degi.
Fíggjar-og búskapardeildin, ll.juni 1997
Anfinn Kallsberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Kári Petersen (sign.)