Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Qupperneq 23

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Qupperneq 23
343 Nr. 105 11. juni Kunngerð um heilsusystratænastuna Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 87 frá 6. juni 1997 um heilsusystratænastuna verður fyrisett: § 1. Heilsusystratænastan fevnir um øll bøm, sum búgva í Føroyum, og sum em undir skúlaaldri og ikki ganga í skúla ella forskúla. Stk. 2. Heimarøktin hevur fyrisitingina av heilsu- systmnum um hendi. § 2. Heilsusystratænastan átekur sær heilsufremj- andi uppgávur, hemndir eisini viðvíkjandi bømum við serligum tørvi fyri heilsurøkt, og skal eftir nærri reglum, ásettar av danska heilsustýrinum, fevna um: 1. Heilsuvegleiðing til foreldur og viðvirkan til lik- amliga og sálarliga menning og røkt av bømum, herundir upplýsing um sjúkufyribyrging og heilsufremjandi tiltøk, sum hava til endamáls at fremja likamliga og sálarliga heilsu og trivna hjá bømum. 2. Eygleiðing av heilsustøðuni hjá bømum, og fáa í lag samband við læknaligan, sosialan og pæda- gogiskan serkunnleika, um eygleiðingin vísir, at tørvur er á viðgerð. 3. Vegleiðing og stuðul, harumframt uppsøkjandi arbeiði í samstarv við læknaligan, sosialan og pædagogiskan serkunnleika, til foreldur at bøm- um, sum hava serligan tørv á tí. Heilsusystirin kann eisini viðvirka í hesi viðgerð ella tiltøkum. § 3. I serligum fømm kunnu onnur enn tey, sum nevnd em í § 2 og sum hava tørv fyri tí, hemndir barnakonur og fólk við breki, fáa bjóðað ókeypis vegleiðing og stuðul frá eini heilsusystir. § 4. Leiðarin av Heimarøktini sær til, at tær neyðugu heilsusystramar verða settar. § 5. Setanin sum fakligur leiðari fyri heilsusystram- ar og sum heilsusystir er treytað av, at viðkomandi hevur góðkenning sum sjúkrasystir og hevur prógv sum heilsusystir frá “Danmarks Sygeplejerskehøj- skole” ella frá tilsvarandi útbúgvingarstovnum við sama ástøði. Stk. 2. I heilt serligum fømm kann danska heilsu- stýrið gera undantak frá stk. 1. § 6. Heilsusystrar em undir eftirliti landslæknans. § 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 29 frá 28. januar 1981 “om sundhedsplejerske- ordninger pá Færøeme”. Almanna- og heilsumálastýrið, 11. juni 1997 Kristian Magnussen (sign.) landsstýrismaður / Høgni Joensen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.