Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Side 24

Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Side 24
344 Nr. 106 Kunngerð um heimasjúkrasystratænastuna 11. juni Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 88 frá 6. juni 1997 um heimasjúkrasystratænastuna verður fyrisett: § 1. Heimasjúkrasystratænastan fevnir um allar persónar, sum eru staddir í Føroyum. Heimasjúkra- røkt verður veitt ókeypis. Stk. 2. Heimarøktin hevur fyrisitingina av økisleið- arunum og heimasjúkrasystrunum um hendi. § 2. Arbeiðið hjá heimasjúkrasystrunum skal eftir nærri reglum, ásettar av danska heilsustýrinum, fevna um: 1. Sjúkrarøkt, herundir sjúkuviðgerð eftir lækna- ávísing, umsorgan og almenna heilsuvegleiðing, sum hóskar til tørvin hjá sjúklinginum. 2. Vegleiðing og hjálp, uppsøkjanđi arbeiði í sam- starv við læknaligan og sosialan serkunnleika til persónin ella familjuna, sum hevur serligan tørv á tí. 3. Røkt av mammum í heiminum í eftirbamsburð- artíðini. 4. Sjúkufyribyrgjandi arbeiði. § 3. Leiðarin av heimarøktini sær til, at tær neyðugu heimasjúkrasystramar verða settar í hvørjum øki. § 4. Setanin sum heimasjúkrasystir er treytað av, at viðkomandi hevur góðkenning sum sjúkrasystir. Stk. 2. Danska heilsustýrið kann í heilt serligum før- um gera undantak frá regluni í stk. 1. § 5. Heimasjúkrasystrar í heimarøktarskipanini em undir eftirliti landslæknans. § 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 28 frá 28. januar 1981 “om hjemmesygeplejer- skeordninger pá Færøeme”. Almanna- og heilsumálastýrið, 11. juni 1997 Kristian Magnussen (sign.) landsstýrismaður / Høgni Joensen (sign.) Hefti 11 *Nr. 83-106 • Útgivið tann 13. juni 1997 Prent: Dimmalætting 11212

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.