Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 6
350 Nr. 113 13. juni Løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Arbeiðsloysisskipanin hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa ar- beiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska ar- beiðsmarknaðin. § 2. Inntøkur stovnsins verða útvegaðar við gjøldum frá teimum, sum taka ímóti A-inntøku, teimum sum rinda A-inntøku, gjøldum frá sjálvstøðugt vinnurek- andi og frá persónum, sum hava teknað sjálvbodnar skipanir. KAPITTUL II LEIÐSLA OG FYRISITING § 3. At sita fyri og hava ábyrgdina av arbeiðsloysis- skipanini, verður stýri valt. Stýrið setur stjóra at hava dagligu leiðsluna um hendi. § 4. Stýrið hevur 7 limir, sum verða valdir av lands- stýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum. 3 limir skulu umboða løntakarafeløgini og verða valdir eftir uppskoti frá løntakarafeløgunum, 1 umboðandi løn- takarafeløgini hjá tímaløntum, 1 umboðandi feløgini hjá fiski- og útróðrarmonnunum og 1 limur umboð- andi lønir hjá starvsfólkum. 2 limir skulu umboða privatu arbeiðsgevaramar og verða valdir eftir upp- skoti frá arbeiðsgevarafeløgunum, meðan 1 limur skal umboða hitt almenna sum arbeiðsgevara. 7. limurin er formaður. Stk. 2. Samstundis verða vald varafólk, sum taka sæti í stýrinum, tá stýrislimi berst frá. Stk. 3. Limimir verða valdir fyri 4 ár í senn, tó so, at stýrislimur verður sitandi til nýggjur limur verður valdur. Stk. 4. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmál- um ásetir í kunngerð nærri reglur um val av stýri. Stk. 5. Stýrið ásetir í starvsskipan greiniligar reglur fyri starvið. § 5. Roknskaparárið er álmanakkaárið. Stk. 2. Roknskapurin verður grannskoðaður av lóg- gildum grannskoðara. Stk. 3. Almanna- og heilsudeildin hevur heimild at fáa til vega upplýsingar frá Arbeiðsloysisskipanini. § 6. Arbeiðsloysisskipanin verður teknað av stýrisfor- manni ella stjóra. Stýrið kann veita umboðsfulltrú. KAPITTUL III GJALD TIL ARBEIÐSLOYSISSKIPANINA § 7. Gjaldsskyldugir til Arbeiðsloysisskipanina em 1. allir persónar, sum móttaka A-inntøku og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, sum hava fylt 16 ár, men ikki 67 ár, 2. øll, sum rinda A-inntøku í Føroyum. § 8. Gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina, í hesi lóg nevnt ALS-gjaldið, verður roknað av øllum A-inn- tøkum, sum teir gjaldsskyldugu móttaka ella rinda, tó undantikið: 1. fólka- og avlamispensión, 2. aðrar skattskyldugar almannaveitingar, umframt aðrar veitingar, sum sambært Ióg ikki verða skattaðar sum A-inntøka 3. A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS- skipanini. § 9. ALS-gjaldið hjá teimum gjaldsskyldugu er 2,50% av tí í § 8 nevnda gjaldsgrundarlagi, tó 2,25% ífá l.januar 1998. Stk. 2. ALS-gjaldið fellur til gjaldingar samstundis sum teir gjaldsskyldugu rinda ella móttaka A-inn- tøku. Aðrenn lønin verður útgoldin løntakara, skal inngjaldið til ALS avroknast. ALS-gjøld kunnu krevjast inn við panting. Stk. 3. Stýrið kann við kunngerð broyta tað í stk. 1 nevnda ALS-gjald, tó ongatíð til hægri enn 2,5% og ikki hægri enn 2,25% frá 1. januar 1998. § 10. Arbeiðsloysisskipanin rindar fyri ta umsiting, sum Toll- og Skattstova Føroya ger fyri skipanina. §11. Stýrið kann í kunngerð áseta nærri reglur um ALS-gjøld. KAPITTUL IV. SJÁLVSTØÐUG VINNUREKANDI/SJÁLV- BOÐINTRYGGING § 12. Tey, sum hava inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugt vinnurekandi, kunnu sjálvboðin tekna arbeiðsloysistrygging fyri hesa inntøku. Stk. 2. ALS-gjaldið hjá sjálvstøðugt vinnurekandi er tað í § 9, stk. 1, nevnda prosenttal av tí § 15, stk. 2

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.