Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 8

Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 8
352 § 19. Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk noktar at taka á seg arbeiði ávíst av arbeiðsávísingini, miss- ur rættin til tryggingarútgjald í 4 vikur. § 20. Fyri arbeiðsleys á fiskavirkjum, verður ar- beiðsloysisstuðul roknaður eina ferð um vikuna frá og við 9. arbeiðsloysistíma. Fyri arbeiðsleys, sum sambært avtalu ikki arbeiddi fulla tíð, verður ar- beiðsloysisstuðul roknaður við einum lutfalsligum lægri tímatali. Stýrið ger kunngerð um hvøiji fiska- virki koma undir hesa reglu og um skipanina annars, herundir hvørjar upplýsingar skulu gevast skipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar v.m. § 21. Stýrið ger í kunngerð nærri reglur um útgjald- ingar til fólk í farloyvi frá føstum ella støðugum starvi. Stk. 2. Útgjald undir farloyvi kann verða givið fyri eitt ávíst tíðarskeið millum 3 og 12 mánaðir. Stk. 3. Útgjald undir farloyvi skal verða givið við tí treyt, at annað fólk, sum er tøkt í arbeiðsávísingini, verður sett ístaðin í sama tíðarskeiði og undir somu treytum. § 22. Rætturin til útgjald fellur burtur tá arbeiðsleys- ur í undanfama 5-ára skeiði, hevur fingið arbeiðs- loysisstuðul útgoldnan í 798 dagar. Stk. 2. Tað í § 18 og § 19 nevnda tíðarskeið verður talt við í tí í stk. 1 nevnda tíðarskeiði. § 23. Tá rætturin er fallin burtur sambært § 22, hev- ur hin arbeiðsleysi ikki rætt at fáa útgjald úr skip- anini fyrr enn eitt 24-mánaða skeið er farið, og verð- ur tá at meta sum um hann kemur uppí skipanina fyrstu ferð. KAPITTUL VI ARBEIÐSÁVÍSING OG ARBEIÐSSKAPANDI TILTØK § 24. Arbeiðsloysisskipanin umsitur arbeiðsávísing fyri arbeiðsleys og onnur, sum ynskja at vera skrá- sett á arbeiðsávísingini. Stk. 2. Allar Føroyar eru at rokna sum ein arbeiðs- marknaður í sambandi við arbeiðsávísing. Stk. 3. Ikki er loyvt at seta fakmørk fyri arbeiðsávís- ing, burtursæð frá neyðugum førleika. Stk. 4. Stýrið ger í kunngerð nærri reglur um virkið hjá arbeiðsávísingini, sum m.a. kunnu stovnseta lokalar arbeiðsávísingar. § 25. Stýrið kann í serligum førum seta í verk og gjalda førleikagevandi tiltøk fyri arbeiðsleys. KAPITTUL VII KÆRUR § 26. Avgerðir, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur tikið viðvíkjandi arbeiðsloysi, kunnu kærast til kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Avgerðir hjá kærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. Stk. 2. Ummæli frá arbeiðsloysisskipanini til kæru- nevndina skal verða avgreitt innan 4 vikur. Stk. 3. Kærunevndin hevur 3 limir, ein umboðandi løntakarar, ein umboðandi arbeiðsgevarar og ein for- mann, ið skal vera løgfrøðingur. Limimir verða valdir av landsstýrinum fyri 4 ár í senn, tó so at nevndarlimur verður sitandi til nýggjur er valdir. Stk. 4. Samstundis verða vald varafólk, sum taka sæti í nevndini, tá limi berst frá. KAPITTUL VIII REGLURANNARS § 27. Til nýtslu í sambandi við útrokning og eftirlit við útgjaldsupphæddum eftir hesi lóg, kann Ar- beiðsloysisskipanin útvega sær allar upplýsingar frá Toll- og Skattstovu Føroya. Stk. 2. Somuleiðis kann Arbeiðsloysisskipanin út- vega sær upplýsingar frá Almannastovuni um per- sónar fáa fólka- og avlamispensión, aðrar skatt- skyldugar almannaveitingar, umframt aðrar veiting- ar sum sambært lóg ikki verða skattaðar sum A-inn- tøka. Stk. 3. Fakfeløg og arbeiðsgevarar hava skyldu at geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, skip- anin biður um í sambandi við eftirlitsarbeiði. § 28. Hevur arbeiðsleysur givið Arbeiðsloysisskip- anini skeivar upplýsingar, ella tagt um umstøður, sum hava havt týdning fyri arbeiðsloysisstuðulin, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru útgoldnar, verða kravdar afturgoldnar frá tí arbeiðsleysa. Stk. 2. Hevur arbeiðsgevari medábyrgd av at skeivar upplýsingar eru givnar, ella at tagt er um umstøður, sum hava havt týdning fyri arbeiðsloysisstuðulin, liggur afturgjaldsskyldan eisini á honum. § 29. Um ikki strangari revsing er ásett sambært lóggávu annars, verður hann revsaður við sekt ella hefti, sum sambært hesi lóg gevur skipanini skeivar ella misvísandi upplýsingar. Stk. 2. Er lógarbrotið framt av einum partafelag, lutafelag ella líknandi, kann áleggjast felagnum sektarábyrgd.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.