Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 16

Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 16
360 Stk. 2. Um pensionistur og møguligur hjúnafelagi flyta úr viðkomandi húsum ella íbúð, kann støða takast til, um avdráttar- og rentufrítøkan skal halda uppat. §11. Bjálvingarstuðulslán verða tryggjað við upp- rykkjandi tinglýstum veðrætti í viðkomandi føstu ogn. Stk. 2. Veðhavari er Bjálvingarstuðulsgrunnurin. § 12. Bjálvingarstuðulslán til eini hús ella íbúð kann hægst vera kr. 110.000 til útreiðslumar av sjálvari bjálvingini/orkusparingini íroknað meirvirðisgjald (mvg). Harafturat kunnu leggjast útreiðslur til kann- ingar og eftirlit, tinglýsing, veðhavaralýsing og byggirentur. § 13. Aðrenn umsókn um bjálvingarstuðulslán verð- ur játtað, verða húsini ella íbúðin kannað av meting- arfólki Húsalánsgmnsins. Stk. 2. Metingarfólkini gera meting um tørvin á bjálvingartiltøkum, uppsett í raðfylgju eftir tørvin- um, saman við kostnaðarætlan fyri hvørt einstakt tiltak. Stk. 3. Tað er ein treyt fyri gjalding av bjálving- arstuðulsláni, at metingarfólkini hava váttað, at bjálvingin er gjørd samsvarandi fyriskrivaðum regl- um, sum stýrið hevur staðfest í tekniskari reglugerð. Stk. 4. Um so er, at viðkomandi pensionistur sjálvur heilt ella partvíst útinnir sjálvt arbeiðið við bjálving- ini, kann hetta ikki íroknast útreiðslumar. § 14. Almannstovan hevur upp á fyrispuming frá Húsalánsgmnninum skyldu at upplýsa um umsøkj- arin er pensionistur og um viðurskifti hansara sam- bært § 8, stk. 1 og 6, og § 10, stk. 1. Stk. 2. Tá ið bjálvingarstuðulslán er veitt, og grann- urin hevur fráboðað Almannastovuni hetta, skal Al- mannastovan upplýsa Húsalánsgranninum, tá ið broytingar fara fram í fortreytunum fyri avdráttar- og rentufrítøku. § 15. Bjálvingarstuðulslánsgrannurin fær árliga játt- an á fíggjarløgtingslógini. Peningur, sum kemur inn sum rentur og avdráttur, fer í Bjálvingarstuðulsláns- grannin. Stk. 2. Tá ið bjálvingarstuðulslán er játtað, og treyt- imar annars era loknar, kunnu útreiðslumar til byggikreditt verða játtaðar sum fyribilslán. Somu- leiðis kunnu hesar útreiðslur játtast sum fyribilslán í øðram peningastovnum, meðan bjálvingin verður gjørd, til bjálvingarstuðulslánið verður útgoldið. Kap. 3. Ibúðagrunnurin § 16. Endamál gransins er at fremja og stuðla kommunum, feløgum og stovnum at útvega og reka fbúðahús. Stk. 2. íbúðagrannurin veitir lán til íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum sambært hesi lóg era góðkend til at fáa fígging úr íbúðagranninum. § 17. Stovnsfæ íbúðagransins er tann peningur, sum játtaður verður á fíggjarløgtingslógini. Stk. 2. íbúðagranninum er heimilað at upptaka neyð- ug lán til fígging av íbúðahúsum. § 18. Bert feløg, sum skipað era sum sjálvsognar- stovnur ella lutafelag kunnu góðkennast sambært hesi lóg. Ibúðagrannurin ella kommunur kunnu sjálv seta á stovn tílík íbúðafeløg ella stovnar. Stk. 2. Endamal felagsins skal vera at útvega og reka íbúðahús. I sjálvsognarstovni hevur íbúðagrannurin og/ella heimstaðarkommunan rætt til at velja lim(ir) í nevndina. Stk. 3. Viðtøkur og broytingar í viðtøkum hjá íbúða- feløgum og stovnum skulu góðkennast av Húsaláns- granninum. Stk. 4. Húsalánsgranninum verður heimilað at krevja broytingar í áður góðkendum og galdandi viðtøkum, og landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur um viðtøkur felag- anna/stovnanna um roknskap herandir avseting í grann, nýtslu av yvirskoti, framløgu og grannskoðan av roknskapi. § 19. Søla, avhending ella broyting av ognunum má ikki fara fram uttan samtykki stýrisins. Heldur ikki má ognin veðsetast uttan loyvi, undantikið uppruna- ligu veðsetingini við byggiláninum ella endaligu veðsetingini ella veðbrævi til íbúðagrannin. Hús, bygd til leiguíbúðir kunnu seinni við góðkenning stýrisins vera sundurbýtt í eigaraíbúðir. § 20. Aðrenn farið verður undir bygging ella keyp skal stýrið góðkenna byggiætlanir, stødd av íbúðum, kostnaðarætlan, fíggingar ætlan o.tl. Stk. 2. Einki keyp má gerast ella arbeiði byijast, fyr- renn góðkenning Húsalánsgrunsins fyriliggur. § 21. Ibúðir, ið lán verður veitt til, eiga at vera út- vegaðar so ódýrt sum gjørligt, samstundis sum tær skulu hava allar neyðugar hentleikar. Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð eftir uppskoti frá stýrinum fyri Húsaláns- grannin at áseta nærri reglur um íbúðastøddir, og hvat lán frá Ibúðagranninum fevnir um. § 22. I íbúðahúsum við leiguíbúðum verður gjørdur leigusáttmáli. Leigan skal ásetast soleiðis, at hvør einstøk deild hevur møguleika at bera sínar rakstrar- útreiðslur, t.v.s. renting, avskriving, fyrisiting og viðlíkahald. Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað eftir uppskoti frá stýrinum fyri Húsalánsgrannin at áseta nærri reglur um leigugjald, innskot fra leigaranum og umvælingar í sambandi við, at flutt verður úr íbúð.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.