Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 23
367
Nr. 124
Kunngerð
um
leiguskráseting av skipum
20. juli
Við heimild í § 56, stk. 2 í løgtingslóg nr. 9 frá 5.
mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast
broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 23. mai 1997 verður
fyrisett:
§ 1. Skip sum eftir § 1 í løgtingslóg um skráseting
av skipum ikki er føroyskt, men sum verður útleig-
að til reiðara, sum eftir § 1 í løgtingslóg um skráse-
ting av skipum er føroyskur, kann av leigaranum
fráboðast til skrásetingar í skipaskrásetingini. Skipið
kann skrásetast fyri eitt tíðarskeið upp til 5 ár.
Skipaskrásetingin kann eftir skrivligari umsókn frá
leigaranum leingja hetta tíðarskeið við upp til einum
ári í senn.
Stk. 2. Veðrættindi ella onnur rættindi kunnu ikki
skrásetast í skipi, ið er skrásett sambært stk. 1.
Stk. 3 Leiguskráseting í føroysku skipaskrásetingini
er treytað av, at váttan frá útlendska skrásetingar-
myndugleikanum, um at skipið hevur rætt til at føra
eitt annað tjóðskaparflagg í leigutíðini, er hjáløgd.
§ 2. Leiguskip verður strikað úr skrásetingini, um
so er, at:
1) leiguavtalan heldur uppat,
2) treytimar fyri skráseting eftir § 1 ikki longur em
til staðar,
3) leigarin skrivliga biðjur um tað, ella
4) skipið, sambært lóg í heimlandi tess, ikki longur
hevur rætt til at føra annað tjóðskaparflagg enn
tað hjá heimlandinum.
Stk. 2. Eisini verður skip strikað úr skrásetingini, tá
tað verður høgt upp, gongur burtur, hvørvur ella av
útnevndum metingarmonnum, av góðkendum klas-
singarfelag ella á annan hátt, ið kann javnsetast við
hetta, verður sagt ikki at kunna gerast aftur. Tá slík
strikingarorsøk er, hevur leigarin skyldu til skriv-
liga, og í seinasta lagi 30 dagar eftir at hava fingið
kunnleika til strikingarorsøkina, at fráboða hetta til
skipaskrásetingina.
§ 3. Føroyskt skip ið verður útleigað til reiðara,
sum sambært § 1 í løgtingslóg um skráseting av ski-
pum ikki verður mettur sum føroyskur, verður ikki
strikað úr skipaskrásetingini, hóast skipið við gmnd-
arlag í eini leiguavtalu verður tikið upp í útlendska
skipaskráseting. Skipið fær í leigutíðini rætt til fyri-
bils at føra annað tjóðskaparflagg enn føroyskt, við
teimum rættindum og skyldum, ið við tí fylgja.
Veðrættindi og onnur rættindi í skipinum kunnu
framhaldandi skrásetast í Skipaskrásetingini.
Stk. 2. Skip kann fáa rætt til at føra annað tjóðskap-
arflagg í upp til 5 ár frá fráboðanini. Skipaskrásetin-
gin kann eftir skrivligari áheitan frá eigaranum
leingja hetta tíðarskeið við upp til einum ári í senn.
Stk. 3. Fyri at skip fyribils kann fáa rætt til at føra
annað tjóðskaparflagg, jvb. stk 1, er tað ein treyt, at
allir rættindishavarar hava givið skrivligt loyvi til, at
skipið skiftir flagg, og at hammframt ein váttan frá
útlendska skrásetingarmyndugleikanum um, at skip-
ið kann takast upp í útlendsku skrásetingina, er
hjáløgd, ella at fyribils tjóðskaparbræv er útskrivað.
§ 4. Tá leiguavtalan, jvb. § 3, heldur uppat, fellur
rætturin til at føra annað tjóðskaparflagg burtur. Eig-
arin skal innan 30 dagar eftir at leiguavtalan er hild-
in uppat fráboða hetta til Skipaskrásetingina.
Fráboðan um leiguskráseting av skipum.
Tilføroyskt flagg.
§ 5. Fráboðan um skráseting av leiguskipi, sum eftir
§ 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum ikki
verður mett sum føroyskt, og sum verður útleigað til
ein reiðara sum eftir § 1 í løgtingslóg um skráseting
av skipum verður mettur sum føroyskur, skal gerast
á serligt fráboðanarskjal.
Stk. 2. A fráboðanarskjalinum skulu standa upplýs-
ingar um skipið, skrásetta eigaran, umboðsmann
eigarans, leigaran, leigutíðarskeiðið, umframt upp-
lýsingar um í hvørjari útlendskari skipaskráseting
skipið er skrásett í og kenningarbókstavimar hjá
skipinum.
Stk. 3 Skipaskrásetingin kann, fyri at kunna taka
avgerð um treytimar eftir § 1 í løgtingslóg um skrá-
seting av skipum em loknar, krevja neyðug prógv.
§ 6. Við fráboðanini skal fylgja:
1) leiguavtalan í fmmriti ella vátta úrskrift av henni,
2) váttan frá útlendsku skrásetingini um, at skipið
hevur rætt at føra annað tjóðskaparflagg í leigu-
tíðini,
3) úrskrift frá útlendsku skrásetingini sum vísir,
hvør skrásetti eigari av skipinum er, og tekning-
arreglur fyri skrásetta eigaran.
§ 7. Um leigarin ikki longu er skrásettur sum reiðari
í Skipaskrásetingini, verða upplýsingar sambært § 5
í løgtingslóg um skráseting av skipum, lætnar skrá-
setingini.
§ 8. Skipaskrásetingin letur gera serstakt blað fyri
leiguskipið. Á blaðið verða skrivaðir kenningarbók-
stavimir hjá skipinum, navn, heimstaður, mát, nýts-