Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 1
369 Kunngerðablaðið A 1997 Hefti 13 ISSN 0907-905X Nr. 125 20. juni Løgtingslóg um fólkaskúlan samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Samsvarandi Kapittul 1 Endamál fólkaskúlans § 1. Fólkaskúlin er tann almenni skúlin, sum býður undirvísing eftir hesi lóg, ið er givin út sambært lóg nr. 51 frá 14. februar 1979 “for Færøeme om folke- skolen”. § 2. Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingamir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðs- hættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næming- inum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Stk. 2. Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúp-hugsan, at næm- ingamir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum em í felagsskapinum. Stk. 3. Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við for- eldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Flann skal við støði í heim- ligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúmna. Hann skal búgva næmingamar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðis- ligum samfelag. Undirvfsing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði. § 3 Innan fyri settar karmar hevur tann einstaki skúl- in ábyrgdina av undirvísingardygdini sambært enda- máli fólkaskúlans, smb. § 2, og innan fyri hesar kar- mar ger skúlin av, hvussu hann skipar og leggur sína undirvísing til rættis. Stk. 2. Skúlin samstarvar við næmingar og foreldur um at megna tað, sum er ásett í endamálsgrein fól- kaskúlans. Kapittul 2 Bygnaður fólkaskúlans og innihald § 4. Fólkaskúlin er ein 9 ára gmndskúli og ein 1 árs 10. flokkur. Stk. 2. Kommunum kann verða loyvt at seta 1 árs forskúlaflokk/ar á stovn eftir gjøllari reglum, sum landsstýrismaðurin setur. Stk. 3. Skúlum verður veitt semámsfrøðilig ráðgev- ing og næmingum semámsfrøðiligur stuðul. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann bjóða bømum, ið enn ikki hava byijað skúlagongdina, semámsfrøði- liga hjálp. Somuleiðis kann semámsfrøðilig ráðgev- ing verða veitt foreldmm og øðmm, ið varða av hes- um bømum. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann harumframt bjóða tvímæltum bømum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt, og sum enn ikki hava byrjað skúlagongd- ina, stuðul til frama fyri málsligu menningina í før- oyskum máli. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um 3., 4. og 5. stk. og kann í tí sambandi víkja frá teimum í §§ 5, 7, 8 og 9 og § 14, 3. - 6. stk. og §§ 15 og 16 settu reglum. Stk. 6. Fólkaskúlin kann bjóða næmingunum undir- vísing í frítíðini. Stk. 7. Undirvísingarligt samarbeiði kann vera ímill- um 8.-10. flokk og aðrar undirvísingarstovnar. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um hetta sam- arbeiðið. Stk. 8. Fólkaskúlin kann í samstarvi við ungdómsfel- øg, áhugabólkar og annað sjálvboðið felagslív stuðla ella fyrisita og samskipa fólkaupplýsing og annað mentanarvirksemi á staðnum. § 5. Undirvísingarinnihaldið skal vera valt og skipað soleiðis, at næmingamir fáa líkindi at nema sær fakliga djúphugsan, høpi og heild. í undirvísingini skulu næmingamir hava høvi at ogna sær sannken- ning og teir arbeiðshættir, ið eyðkenna einstøku lærugreinina. I sínámillum ávirkan við tí skulu næmingamir hava høvi at nýta og menna kunnleika

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.