Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 2
370 og fimi við undirvísing í tvørgreinaligum evnum og spurdómum. Stk. 2. í 9 ára grundskúlanum skulu allir næmingar verða undirvístir í: 1. kristnikunnleika øll skúlaárini føroyskum øll skúlaárini donskum 3.-9. skúlaár enskum 5.-9. skúlaár søgu/samtíð 4.-9. skúlaár 2. støddfrøði øll skúlaárini heimstaðarlæm 1.-3. skúlaár náttúr/tøkni 4. - 6. skúlaár alis-/evnafrøði 7. skúlaár landalæru 7.-9. skúlaár lívfrøði 7.-9. skúlaár 3. ítrótti øll skúlaárini j r tónleiki 4. handaverki j tilevning og list ^ handarbeiði I smíði 1 L heimkunnleika í fimm ella fleiri skúlaár í 1. - 7. skúlaári. Stk. 3. Undirvísingarligt samstarv kann verða skipað lærugreina og flokka millum. Stk. 4. Undirvísing í alis-/evnafrøði og týskum skal standa næmingunum í 8. og 9. flokki í boði. Annað ffemmandamál kann tó verða valt í staðin fyri týskt. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann loyva, at næmingar, ið ikki hava fingið undirvísing í longri tíð, ella sum hava skift skúla, kunnu í hóskandi vavi fáa ískoytis- undirvísing ella annan fakligan stuðul. Stk. 6. Næmingar, ið hava føroyskt sum seinna málið, kunnu í hóskandi vavi fáa serstaka undirvís- ing í føroyskum. Landsstýrismaðurin kann harum- framt áseta, at boðið skal vera tvímæltum næmin- gum undirvísing í teirra móðurmáli. Landsstýris- maðurin ásetur gjøllari reglur um undirvísing av tvímælmm næmingum, og kann hann í hesum sam- bandi víkja frá § 5, 1. - 4. stk., §§ 7, 9 og 19, L, 2., 3. og 5. stk. og § 26, 1. stk. Stk. 7. Næmingar, sum eru deyvir og hava teknmál sum fyrsta mál, skulu hava holla undirvísing í tekn- máli. Landstýrismaðurin ásetur reglur fyri, hvussu undirvísing av deyvum næmingum skal skipast, og kann hann í hesum sambandi víkja frá § 26 stk. 1. § 6. Undirvísingin í kristnikunnleika í fólkaskúlan- um skal samsvara við fólka-kirkjunnar evangelisk- luthersku læru. Stk. 2. Er bamið í fólkakirkjuni, kunnu foreldrini fyrst í einum skúlaári skrivliga til skúlastýrið vátta, at tey sjálv ynskja at hava bamsins undirvísing í kristnikunnleika í hondum. Bamið sleppur tá undan at verða undirvíst í kristnikunnleika í skúlanum, um ein prestur í fólkakirkjuni váttar, at hann hevur um- sjónina við undirvísing bamsins í kristnikunnleika. Liva foreldrini saman í hjúnalagi, skal váttanin um, at bamið sleppur undan at verða undirvíst í kristni- kunnleika í skúlanum, verða undirritað av báðum í felag. Er bamið 15 ár, kann frítøka tó bert verða framd við samtykki barnsins. Stk. 3. Bøm, sum ikki em í fólkakirkjuni, skulu, tá ið foreldrini krevja tað, sleppa undan at verða undir- víst í kristnikunnleika í skúlanum. Er bamið í øðr- um trúarsamfelag uttan fyri fólkakirkjuna, so hevur hetta trúarsamfelag umsjónina við átrúnarligu uppal- ing bamsins. Foreldur ella verji hava kortini skyldu til at ansa eftir, at baminum ikki vantar upplýsing um vanligu reglumar fyri lívinum í skipaðum sam- felag, antin tað so er í einum trúarsamfelag ella ikki. Verður bamið vanskettað í so máta, skal skúlin geva tí neyðugu undirvísingina. Er bamið 15 ár, kann frí- tøka tó bert verða ffamd við samtykki bamsins. §7. í 10. flokki skulu hesar lærugreinir standa næmingunum í boði: føroyskt, danskt, støddfrøði, kristnikunnleiki, ítróttur, samtíð og enskt. Stk. 2. Teir næmingar, ið sambært § 5, 4. stk. hava fingið undirvísing í alis-/evnafrøði og týskum, teim- um skal framhaldandi standa í boði at fáa undirvís- ing í alisfrøði, evnafrøði og týskum í 10. flokki. Sama er eisini galdandi fyri teir næmingar, ið hava valt annað fremmandamál enn týskt. Stk. 3. Boðið kann vera næmingunum í 10. flokki undirvísing í latíni. Stk. 4. § 5, 1. og 3. stk. og § 11 eru eisini galdandi fyri undirvísingina í 10. flokki. § 8. Upp í undirvísingina í fólkaskúlanum koma í hóskandi lærugreinum og á hóskandi aldursstigum hesi kravdu undirvísingarevnini: 1) Kvæðamentan, kvøðing/føroyskur dansur 2) ferðsla 3) útbúgvingar- og vinnulívskunning 4) heilsukunnleiki og seksualupplýsing. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um undir- vísing eftir 1. stk., og hann kann góðkenna, at onnur evni koma upp í skyldugu undirvísingina. Stk. 3. Bøm skulu, tá ið foreldrini krevja tað, sleppa undan at luttaka í føroyskum dansi eftir stk. 1, nr. 1. § 9. Umframt ta undirvísing, ið skal vera boðin sambært §§ 5, 7 og 8 vera hesar valgreinir og hesi evni at standa næmingunum í 8. - 10. flokki f boði: 1. sjóvinna 2. landbúnaður 3. tekstviðgerð/rokniark 4. tøknifrøði 5. miðlar 6. ljósmyndalæra 7. filmskunnleiki 8. drama 9. tónleikur 10. tilevning 11. heimkunnleiki

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.