Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Blaðsíða 3
371 12. handarbeiði 13. smíð 14. motorlæra 15. arbeiðskunnleiki. Stk. 2. Næmingum í 8. - 10. flokki eiga at standa í boði verkætlanararbeiði, evnis-kunnandi undirvísing og undirvísingartilboð, har verkligt og ástøðiligt innihald er samskipað í eina undirvísing, ið kann fara fram eins væl í skúlanum og uttan fyri skúlan. Stk. 3. Skúlin kann bjóða øllum næmingum í 8. - 10. flokki at fara í starvspraktikk á virkjum og stovnum ella at vera á skeiðum í øðrum skúlaformum eitt styttri tíðarskeið, smb. § 18, 6. stk. Stk. 4. Skúlasamstarv kann harumframt verða skipað um 10. flokkamar ímillum fólkaskúlar sínámillum og aðrar skúla-/útbúgvingarformar, vinnulív, alman- na-/heilsuverk o.o. viðvíkjandi breytatilboðum, ið kunnu standa næmingunum í 10. flokki í boði. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann loyva, at boðið verður næmingunum undirvísing í øðrum lærugrein- um og evnum enn teimum, sum standa í 1. stk., eins og honum er heimilað at áseta gjøllari reglur eftir 2. og 4. stk. og at senda út leiðbeinandi tilfar hesum viðvíkjandi. § 10. Innihaldið í forskúlaflokki eigur í høvuðsheit- um at vera leikur og annað mennandi virksemi. Miðað verður eisini eftir at geva bømunum kunning um dagliga lívið i skúlanum. § 11. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um undirvís- ingarendamálið í læmgreinum og evnum eftir §§ 5 - 9 og tilskilar í høvuðsheitum kunnleika- og fimi- søkini. Landsstýrismáðurin kann senda út leiðbein- andi undirvísingarætlanir og lýsa undirvísingarinni- haldið við dømum um næmingalagaðar undirvísing- argongdir. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis senda út leiðbeinandi tilfar um undirvísing í tvørgangandi evnum, spurdómsvendari undirvísing, leiðbeinandi uppgávur o.a. § 12. Næmingamir verða undirvístir á tí floksstigi í grundskúlanum, ið samsvarar við skúlaaldur teirra. Næmingur kann tó í samráð við foreldrini, smb. § 65, verða undirvístur á sama floksstigi í 2 ár, um hann ikki hevur fingið undirvísing í longri tíð, ella aðrar serligar gmndir benda á, at hetta er best fyri hann. Somuleiðis kann ein næmingur undir heilt ser- ligum umstøðum leypa eitt floksstig um. Stk. 2. Serundirvísing sambært § 4, 3. stk., ið ikki er fyribils, kann verða grundað á eina námsfrøði- liga/sálarfrøðiliga kanning og eigur at fara fram í samráð við næmingin og foreldrini. Stk. 3. Foreldrini, smb. § 65, og næmingurin taka í samráð við skúlan avgerð um val av lærugreinum smb. §§ 7 og 9, 1. - 4. stk. um framhaldandi skúla- gongd. § 13. Fólkaskúlin eigur at vera floksbýttur. I árs- býttum skúlum eigur hvørt floksstigið at vera undir- víst sær. Stk. 2. Hóast skúli er ársbýttur, kann undirvísing fara fram tvørtur um floksbýtið, smb. § 30, 4. stk. Stk. 3. Tann einstaki skúlin skal vera floksbýttur eftir hesum meginreglum: 1) Skúli, ið hevur millum 1 og 14 næmingar, er 1-flokkaður, 2) skúli, ið hevur millum 15 og 30 næmingar, er 2- flokkaður, 3) skúli, ið hevur millum 31 og 48 næmingar, er 3- flokkaður, 4) skúli, ið hevur millum 49 og 68 næmingar, er 4- flokkaður, 5) skúli, ið hevur millum 69 og 90 næmingar, er 5- flokkaður, 6) skúli, ið hevur millum 91 og 114 næmingar, er 6-flokkaður, og 7) skúli, ið hevur 115 næmingar og fleiri, er 7- flokkaður og ársbýttur. Stk. 4. Landsstýrismanninum er heimilað í serstøk- um føri at gera frávik frá meginreglunum í 3. stk. Landsstýrismaðurin eigur at gera frávik, tá óvanliga nógvir næmingar eru í einum árgangi. § 14. Næmingar og foreldur, smb. § 65, skulu regluliga fáa at vita skúlans áskoðan um, hvat næm- ingamir fáa burtur úr skúlagongdini. Stk. 2. Urtøka næminganna skal javnan verða eftir- mett. Henda eftirmeting, ið er sameindur partur av undirvísingini, skal vera støðið undir teirri leiðbein- ing, tann einstaki næmingurin fær, og undir ráð- leggingini av komandi undirvísing. Stk. 3. Hjá næmingum, sum em á 8.-10. floksstigi, verður støða teirra í royndarlærugreinunum, smb. § 16, 2.-6. stk. lýst við talmetum (støðutalmetum). Sama er galdandi fyri næmingar, sum fara úr skúla- num eftir 7. floksstig, smb. § 15. Stk. 4. A 8.-10. floksstigi verða støðumet givin í minsta lagi 2 ferðir um árið. Síðstu støðumetini, ið lýsa fakligu heildarstøðu næmingsins, skulu verða givin beint fyri tær skrivligu royndimar. Stk. 5. A 9. og 10. floksstigi gera næmingamir eina kravda verkætlanar-uppgávu, ið verður mett við skrivligum ummæli, smb. tó § 67, 4. stk. Uppgávan kann eisini verða talmett, um næmingurin ynskir tað. Landsstýrismaðurin ásetur somuleiðis karmar, meginreglur o.a. verkætlanaruppgávuni viðvíkjandi. Stk. 6. A 9. og 10. floksstigi kunnu næmingamir haramframt gera eina fría, sjálvvalda uppgávu. Hen- da uppgáva kann, um næmingurin ynskir tað, verða mett við skrivligum ummæli og/ella talmeti. § 15. Næmingar, sum fara úr skúlanum eftir 7. floksstig, smb. § 41, 3. stk., ella seinni, skulu fáa eitt fráfaringarskjal. Á fráfaringarskjalinum, ið skúlin skrivar, skal standa, hvørji undirvísing næmingurin hevur fylgt, tey seinast givnu støðumetini og møgu- lig royndarmet, smb. § 16, 2.- 6. stk. Eftir næm-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.