Føroya kunngerðasavn A og B - 27.06.1997, Page 3
371
12. handarbeiði
13. smíð
14. motorlæra
15. arbeiðskunnleiki.
Stk. 2. Næmingum í 8. - 10. flokki eiga at standa í
boði verkætlanararbeiði, evnis-kunnandi undirvísing
og undirvísingartilboð, har verkligt og ástøðiligt
innihald er samskipað í eina undirvísing, ið kann
fara fram eins væl í skúlanum og uttan fyri skúlan.
Stk. 3. Skúlin kann bjóða øllum næmingum í 8. - 10.
flokki at fara í starvspraktikk á virkjum og stovnum
ella at vera á skeiðum í øðrum skúlaformum eitt
styttri tíðarskeið, smb. § 18, 6. stk.
Stk. 4. Skúlasamstarv kann harumframt verða skipað
um 10. flokkamar ímillum fólkaskúlar sínámillum
og aðrar skúla-/útbúgvingarformar, vinnulív, alman-
na-/heilsuverk o.o. viðvíkjandi breytatilboðum, ið
kunnu standa næmingunum í 10. flokki í boði.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann loyva, at boðið
verður næmingunum undirvísing í øðrum lærugrein-
um og evnum enn teimum, sum standa í 1. stk., eins
og honum er heimilað at áseta gjøllari reglur eftir 2.
og 4. stk. og at senda út leiðbeinandi tilfar hesum
viðvíkjandi.
§ 10. Innihaldið í forskúlaflokki eigur í høvuðsheit-
um at vera leikur og annað mennandi virksemi.
Miðað verður eisini eftir at geva bømunum kunning
um dagliga lívið i skúlanum.
§ 11. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um undirvís-
ingarendamálið í læmgreinum og evnum eftir §§ 5 -
9 og tilskilar í høvuðsheitum kunnleika- og fimi-
søkini. Landsstýrismáðurin kann senda út leiðbein-
andi undirvísingarætlanir og lýsa undirvísingarinni-
haldið við dømum um næmingalagaðar undirvísing-
argongdir. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis
senda út leiðbeinandi tilfar um undirvísing í
tvørgangandi evnum, spurdómsvendari undirvísing,
leiðbeinandi uppgávur o.a.
§ 12. Næmingamir verða undirvístir á tí floksstigi í
grundskúlanum, ið samsvarar við skúlaaldur teirra.
Næmingur kann tó í samráð við foreldrini, smb. §
65, verða undirvístur á sama floksstigi í 2 ár, um
hann ikki hevur fingið undirvísing í longri tíð, ella
aðrar serligar gmndir benda á, at hetta er best fyri
hann. Somuleiðis kann ein næmingur undir heilt ser-
ligum umstøðum leypa eitt floksstig um.
Stk. 2. Serundirvísing sambært § 4, 3. stk., ið ikki er
fyribils, kann verða grundað á eina námsfrøði-
liga/sálarfrøðiliga kanning og eigur at fara fram í
samráð við næmingin og foreldrini.
Stk. 3. Foreldrini, smb. § 65, og næmingurin taka í
samráð við skúlan avgerð um val av lærugreinum
smb. §§ 7 og 9, 1. - 4. stk. um framhaldandi skúla-
gongd.
§ 13. Fólkaskúlin eigur at vera floksbýttur. I árs-
býttum skúlum eigur hvørt floksstigið at vera undir-
víst sær.
Stk. 2. Hóast skúli er ársbýttur, kann undirvísing
fara fram tvørtur um floksbýtið, smb. § 30, 4. stk.
Stk. 3. Tann einstaki skúlin skal vera floksbýttur
eftir hesum meginreglum:
1) Skúli, ið hevur millum 1 og 14 næmingar, er
1-flokkaður,
2) skúli, ið hevur millum 15 og 30 næmingar, er 2-
flokkaður,
3) skúli, ið hevur millum 31 og 48 næmingar, er 3-
flokkaður,
4) skúli, ið hevur millum 49 og 68 næmingar, er 4-
flokkaður,
5) skúli, ið hevur millum 69 og 90 næmingar, er 5-
flokkaður,
6) skúli, ið hevur millum 91 og 114 næmingar, er
6-flokkaður, og
7) skúli, ið hevur 115 næmingar og fleiri, er 7-
flokkaður og ársbýttur.
Stk. 4. Landsstýrismanninum er heimilað í serstøk-
um føri at gera frávik frá meginreglunum í 3. stk.
Landsstýrismaðurin eigur at gera frávik, tá óvanliga
nógvir næmingar eru í einum árgangi.
§ 14. Næmingar og foreldur, smb. § 65, skulu
regluliga fáa at vita skúlans áskoðan um, hvat næm-
ingamir fáa burtur úr skúlagongdini.
Stk. 2. Urtøka næminganna skal javnan verða eftir-
mett. Henda eftirmeting, ið er sameindur partur av
undirvísingini, skal vera støðið undir teirri leiðbein-
ing, tann einstaki næmingurin fær, og undir ráð-
leggingini av komandi undirvísing.
Stk. 3. Hjá næmingum, sum em á 8.-10. floksstigi,
verður støða teirra í royndarlærugreinunum, smb. §
16, 2.-6. stk. lýst við talmetum (støðutalmetum).
Sama er galdandi fyri næmingar, sum fara úr skúla-
num eftir 7. floksstig, smb. § 15.
Stk. 4. A 8.-10. floksstigi verða støðumet givin í
minsta lagi 2 ferðir um árið. Síðstu støðumetini, ið
lýsa fakligu heildarstøðu næmingsins, skulu verða
givin beint fyri tær skrivligu royndimar.
Stk. 5. A 9. og 10. floksstigi gera næmingamir eina
kravda verkætlanar-uppgávu, ið verður mett við
skrivligum ummæli, smb. tó § 67, 4. stk. Uppgávan
kann eisini verða talmett, um næmingurin ynskir
tað. Landsstýrismaðurin ásetur somuleiðis karmar,
meginreglur o.a. verkætlanaruppgávuni viðvíkjandi.
Stk. 6. A 9. og 10. floksstigi kunnu næmingamir
haramframt gera eina fría, sjálvvalda uppgávu. Hen-
da uppgáva kann, um næmingurin ynskir tað, verða
mett við skrivligum ummæli og/ella talmeti.
§ 15. Næmingar, sum fara úr skúlanum eftir 7.
floksstig, smb. § 41, 3. stk., ella seinni, skulu fáa eitt
fráfaringarskjal. Á fráfaringarskjalinum, ið skúlin
skrivar, skal standa, hvørji undirvísing næmingurin
hevur fylgt, tey seinast givnu støðumetini og møgu-
lig royndarmet, smb. § 16, 2.- 6. stk. Eftir næm-